Taskukrabbi (frøðiheiti: Cancer pagurus) er størsta krabbaslagið undir Føroyum. Taskukrabbin verður einar 40 cm breiður. Ryggskelin kann mála heili 30 cm, og taskukrabbin kann viga upp í 7 kilo. Hann verður nógv veiddur til matna. Taskukrabbi er eyðkendur við sínum svørtu bitklóm. Taskukrabbi livir á sandi og mórubotni av heilt grunnum vatni niður á 100 m dýpi. Taskukrabbi veiðir um náttina og brúkar millum annað hárini á beinunum at tevja seg fram til fongin. Hann etur onnur krabbadýr og skeljar. Skeljarnar knúsar hann lættliga við sterku bitklónum. Hjá okkum er lítið til av honum. Taskukrabbi er tó vorðin alt vanligari í Føroyum seinastu árini.

Taskukrabbi.