Tórur Mortensen (føddur 1998, úr Havn) er ein føroyskur ítróttarmaður, ið íðkar frælsan ítrótt. Í 2016 varð hann úttikin til ein úrvalsbólk hjá danska landsliðnum innan frælsan ítrótt.[1] Hann luttók á Oyggjaleikum í 2015 og kom í finaluna, men ein skaði gjørdi, at hann tá ikki leyp upp til sítt besta. Í juli 2016 luttók hann í kappingini VU Spelen í Göteborg, har hann tók føroyska metið hjá Øssur Debes Eiriksfoss og betraði tað við 60 cm.[2] Hann eigur føroyska metið í trýstøkk og hevur betrað tað fleiri ferðir. Í februar 2017 setti hann nýtt met, tá ið hann leyp 14,78 metrar í kapping í Danmark.[3]

Úrslit

rætta

DM í frælsum ítrótti innandura 2016

rætta
  • Gull í trýstøkk innandura, hann leyp 14.39 metrar

DMU í frælsum ítrótti 2015 - U17

rætta
  • Gull í trýstøkk, hann leyp 13.45 metrar
  • Silvur í trýstøkk, innandura, hann leyp 13.11 metrar

DM í frælsum ítrótti 2015

rætta
  • Silvur í trýstøkk, hann leyp 13.58 metrar[4]

Keldur

rætta