Sverigedemokraterna er ein politiskur tjóðskaparflokkur í Svøríki, sum varð stovnaður 6. februar 1988.

Síðan 2005 hevur Jimmie Åkesson verið formaður fyri flokkin, á heysti 2014 bleiv hann sjúkrameldaður, og síðan tá hevur Mattias Karlsson verið virkandi formaður.

Summi av teimum ið stovnaðu flokkin hava fyrr verið virkin í rasistiskum flokkum og felagsskapum sum Framstegspartiet,[1] Sverigepartiet og Bevara Sverige Svenskt (BSS).

Á valinum til Riksdagen í 2010 fekk flokkurin á fyrsta sinni stuðul frá meira enn 4% av veljarunum og fekk 20 limir valdar í Riksdagen við 5,7% av atkvøðunum.

Á valinum til Riksdagen í 2014 fekk flokkurin 12,86% av akvøðunum og gjørdist harvið triðstørsti flokkur í Svøríki.

Í veljarakanning eftir yvirgangsálopið í Stokkhólmi í 2017, vísur ein kanning hjá Sentio, at Svøríkidemokratarnir er nógv tann størsti flokkurin í Svøríki, við sínum 27,2 prosentum, móti 23,3 til Sosialdemokratarnar sum er næststørsti flokkur.[2]

Leiðsla

rætta

Formenn

rætta

Keldur

rætta
  1. Jens Rydgren, Från Le Pen till Pim Fortuyn. Sidnummer 215. Liber, 2004. ISBN 91-47-07376-4
  2. "Archive copy". https://nyheteridag.se/sentio-efter-terrordadet-nytt-sd-rekord-pa-272-procent/. Heintað 2017-04-13. 
  Hendan greinin um Svøríki er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið