Svenstavik er ein bygd í Jämtland i Jämtlands län í Svøríki. Bygdin er partur av Bergs kommunu. Í 2010 var fólkatalið 1.004.[1]

Svenstavik

Svenstavik liggur umleið 65 km sunnanfyri Östersund við syðra partin av vatninum Storsjön. Bygdin hevur eitt læknahús og ein miðnámsskúla. E45 fer ígjøgnum Svenstavik. Ein jarnbreytastøð er í bygdini, sum er partur av jarnbreytalinjuni Inlandsbanan.

Keldur rætta

  1. Tätorter 2010

Slóðir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


  Hendan greinin um Svøríki er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana