Sven-Bertil Evert Gunnar Taube (føddur 24. november 1934 í Stokkhólmi, deyður 11. november 2022 í London) var svenskur sjónleikari og vísusangari.[1][2]

Sven-Bertil Taube í 2014.

Yrkisleið hansara sum sangari og sjónleikari rakk yvir næstan sjey tíggjuáraskeið.[3] Hann er helst best kendur frá kvøðuljómunum, sum plagdu at vera í Útvarpinum, ikki minst við sanginum "Så länge skutan kan gå".[4]

Sven-Bertil Taube var sonur víðagitna sangskrivaran og tónasmiðin Evert Taube og listarkvinnuna Astri Bergman Taube.[3][4]

Ávísingar úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldutilfar rætta

  1. Sven-Bertil Taube är död, expressen.se, 12. november 2022
  2. Sven-Bertil Taube, imdb.com (á enskum)
  3. 3.0 3.1 Svenski sangarin Sven-Bertil Taube er deyður, 87 ára gamal, in.fo, 12.nov. 2022
  4. 4.0 4.1 Sven-Bertil Taube deyður, vp.fo