Svala
Svala (frøðiheiti - Hirundo rustica). Av svalum eru nógv sløg og ólík bæði í stødd og liti. Eitt teirra kemur til Føroyar hvørt ár, og verður so av Føroyingum nevnt "svalan" fram um hini. Hon er dimmblá omaná, reyðbrún á pannuni og kvørkrunum, og bleikt reydlig í neðra. Velið er dimt og djúpt sýlt. Hon er minni enn steinstólpa, men hevur nógv, nógv longri veingir, og her um vegir er eingin fuglur nærtil so væl floygdur. Kvik og fim snarar hon sær runt og snittar upp og niður og til viks, meðan hon flýgur so hart, at tað stendst á at eygleiða hana. Og hartil er hon áhaldin. Summarlanga dagin leikar hon sær á veingjunum uttan at seta seg. Føðin er mest flugur og mýggjabitar, sum hon tekur, meðan hon flýgur. Ofta strýkur hon tætt fram við fólki, og tá skilst ikki, um tað er fuglur ella okkurt annað, ið har fer.
Svala | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Støða | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
Hetta kvika flogið loypir hvøkk í fólk, sum rædd eru av sær; tí er svalan illa kend av summum í Føroyum; m. a. hevur hon fingið orð fyri at boða frá ófrættum. Men í londum, har sum hon eigur, eru øll góð við henda fitta fugl, sum er so spakur og fólkaalskin, at hann einans reiðrast har, sum fólk býr. Kleimið leiur, við hári og strái til at styrkja, klínir hon saman til eitt reiður, sum hon so klínir fast undir væðingina á húsum. Har, sum gluggar javnan standa opnir, flýgur hon stundum inn og festir tað upp at bitum og syllum. Tað hendir, at tær eiga í skúlastovu, tá dámar børnunum at síggja, hvussu tær bera ungunum mat. Um næstan alt Evropa eiga tær. Í Føroyum síggjast tær mest um várið, sjáldan um summarið, og bara fáar ferðir vita fólk tær hava átt her.
Slag
rætta- Hirundo daurica (Brandsvala)
- Delichon urbica (Lonasvala)
- Riparia riparia (Áarsvala)
Sí eisini
rættaKeldur
rætta- Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.