Super Mario
Super Mario er ein kend røð av telduspølum frá Nintendo. Tann italski rørleggjarin varð fyrstu ferð sæddur í spælinum Donkey Kong í 1981. Men fýra ár aftaná Donkey Kong, í 1985, fóru Mario og beiggi hansara, Luigi, fyrsta ferð út at bjarga prinsessuni frá skálkinum Bowser, ella King Koopa, ið hann eisini verður nevndur. Spælið bleiv sera væl móttikið, og hevur selt meira enn eina hálva milliard eintøk. Ein rúgva av nýggjum Super Mario spølum eru komin síðani, og ikki minni enn trý koma bara í 2017.