Suni Merkistein er ein føroyskur rithøvundur, og kendur fyri at gera sjónvarpssendingar um føroyskan ítrótt og mentan. Hann hevur eitt nú staðið fyri sendingum um fótbóltsfeløgini HB, KÍ og TB. Í 2010 var ein røð av sjónvarpssendingum um føroyskan tónleik sendar í Kringvarpi Føroya, sendingarnar nevndust Minnist tú enn?. Fyrst vóru fimm partar framleiddir og vístir í 2010, og seinni, í 2013, vóru nýggjar sendingar gjørdar í hesi røðini, tann fyrsta Minnist tú enn?, 6. partur varð vístur 20. november 2013.

Bókaútgávur rætta

  • Koyr á HB!, 1955-2004 : Havnar bóltfelag, 100 ár, [Tórshavn] : Havnar Bóltfelag, 2004.
  • Føroysk telving i 20. øld: Ur Avhaldinum til Jerevan, 1997
  • Føroyskur fótbóltur 2012
  • Teir kundu væl listir og leikir, Annað bind í hesari røðini um føroysku fótbóltssøguna fevnir um tíðarskeiðið 1960-1979.
  • Bjartur lýsir kyndilslogin
  • Føroyar í HM - fótbólti

Sjónvarpssendingar rætta

  • Minnist tú enn?, Sending í 5 pørtum í 2010, og nýggir partar í 2013

Heiður rætta

  • 2017 - Móðurmálsvirðisløn Landsins[1]

Keldur rætta

  1. Thomsen, Brynhild; Olsen, Kári (25. mars 2017). "Suni Merkistein fingið ársins Móðurmálsvirðisløn". Kringvarp Føroya. https://kvf.fo/greinar/2017/03/25/suni-merkistein-fingid-arsins-modurmalsvirdislon. Heintað 7. februar 2021.