Summarmáli
Summarmáli er 14. apríl. Tá roknast summarhálvarið at byrja. Ymsir siðir eru knýttir at summarmáladegi. Ongin skuldi fara fastandi út summarmálamorgun. Tann sum ikki var tíðliga uppi summarmálamorgun fór at verða drumbur alt summarið, tað er at alt arbeiði fór at ganga illa í hond. Heldur ikki máttu fólk eta egg summarmáladag, tí tað skuldi geva svull.