Sumbiar Dansifelag
Sumbiar Dansifelag er dansifelag í Sumba sum varð stovnað í 1966. Felagið skipar fyri føroyskum dansi. Felagið eigur hús, har dansa verður í vetrarhálvuni, húsið verður nevnt Dansistovan og stendur beint við skúlan og kirkjuna í Sumba. Sumbiar Dansifelag dansar eisini saman við hinum dansifeløgunum í oynni bæði í Sumba og í øðrum bygdum. Aðalfundur er vanliga í mars.
Nevndin
rætta- Sigrun Poulsen, formaður, 970 Sumba
- Hildur Vestergaard, næstformaður og umboðsráðslimur, 970 Sumba
- Tove Kjærbo, kassameistari, 970 Sumba
- Magnus Jensen, Skrivari, 970 Sumba
- Gudmund Poulsen, nevndarlimur
- Leif Lisberg, nevndarlimur
- Ninna Vestergaard, nevndarlimur
Heiður
rættaSumbiar Dansifelag vann heiðurin Europa-Preis für Volkskunst í 1977.
Keldur
rætta