Stratos Dionysiougrikskum: Στράτος Διονυσίου) (8. november 1935 - 11. mai 1990) var ein grikskur sangari sum var mest aktivur í 1960-árunum, 1970-árunum og 1980-árunum. Hann varð føddur í Nigrita, Serres. Foreldur hansara, Angelos og Stasa Dionysiou, vóru flóttafólk úr Lítla Asia. Pápin doyði tá Stratos var 13-ára gamal. Stratos fór at arbeiða sum skraddari og gistist 20 ára gamal við Georgia Laveni, tey fingu fýra børn saman. Hann var fluttur til Thessaloniki, har hann framførdi sum sangari á ymiskum tónleikastøðum. Seinni flutti hann til Athen at búgva. Hann gav fleiri plátur út.