Strömstad
Strömstad er ein býur í Strömstads kommunu í Svøríki. Í 2008 var fólkatalið í býnum 7.226, og i 2010 6 288.[1] Býurin liggur við markið til Noreg; Color Line hevur ferjusamband millum Sandefjord og Strömstad.[2] Túrurin til Sandefjord tekur umleið 2 tímar. Norðmenn, sum búgva nær við Sandefjord, fara ofta yvirum til Svøríkis at keypa.[3] Prísirnir á flestu vørum eru lægri í Svøríki enn í Noregi. Hevði tað ikki verið fyri norðmenninar, sum fara um markið at keypa, høvdu nógv færri handlar og matstovur verið í Strömstad, har skelti ofta eru á norskum, og til ber at gjalda við norskum pengum.[4] Tað sama er galdandi nógva aðrastaðni, har stórir munir eru á prísunum í grannalondum. Nógvir amerikanar ferðast til dømis suður um markið til Meksiko at keypa. Í m.a. Tijuana og Ensenada eru skelti á enskum, og tikið verður ímóti amerikonskum dollarum.
Býurin liggur við Europaväg 6 (E6).
Keldur
rætta- ↑ Tätorter 2010
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-02-16. https://web.archive.org/web/20150216005906/http://www.vastsverige.com/sv/stromstad/Resa/Stromstad---Batforbindelser/.
- ↑ http://xn--strmstad-74a.net/
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-06. https://web.archive.org/web/20160306075655/http://stromstad.se/download/18.2883f69313fc821b6648af6/1382355120562/broschyr-fakta+om+gr%c3%a4nsregionen.pdf. Heintað 2014-11-07.