Stava við Lugo er lærandi og mennandi føroysk telduspæl við fýra uppgávusløgum, myndum og teknifilmi.

Lugo er ein animeraður 3D figurur, sum hjálpir barninum at stava.

Í teimum fýra uppgávusløgunum eru 20 uppgávur til hvørt uppgávuslag, umframt 20 putlispøl og myndir at skriva út.

Barnið fær góða vegleiðing, meðan spælt verður.

Stava við Lugo kom út í 2002.