Starvsmannafelagið
Starvsmannafelagið er eitt føroyskt fakfelag. Tað er fakfelagið hjá teimum, sum starvast innan tað almenna í Føroyum. Felagið fevnir um áleið 2.400 limir, og hetta ger Starvsmannafelagið til hitt størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum.
Endamál felagsins er á demokratiskum og javnstøðiligum grundarlagi støðugt at virka fyri betri arbeiðskorum. Millum limirnar eru omanfyri 300 ymisk starvsheiti, so á ein hátt er Starvsmannafelagið tað, sum grannalondini rópa eitt fakforbund.[1]
NevndinRætta
- Súni Selfoss, formaður
- Jóngerð Simonsen, næstforkvinna
- Svend Åge Seloy, nevndarlimur
- Bjørg Jacobsen, nevndarlimur
- Hilmar Augustinussen, nevndarlimur