Star Wars: Klónukríggini

Star Wars: Klónukríggini (upprunaheiti: Star Wars: The Clone Wars) er ein CGI-animeraður science fiction-filmur frá 2008, ið gongur fyri seg í Star Wars-rúminum. Søguliga sæð er hann settur ímillum Álopi klónanna og Hevnd Sithanna. Filmurin hevði premieru tann 10. august 2008 á Grauman's Egyptian Theatre og varð leysgivin til biografarnar tann 14. august 2008 í Avstralia, og tann 15. august í USA, Kanada og Stórabretlandi ígjøgnum Warner Bros..

The Clone Wars er ætlaður sum ein inngangur til sjónvarpsrøðina av sama navni, ið byrjaði 3. oktober 2008.