Stórá (Hvalvík og Streymnes)
Stórá er ein á. Gongubrúgv er gjørd um Stórá, ið rennur oman millum bygdirnar Hvalvík og Streymnes. Brúgvin er gjørd í samráð við bygdafólkið, sum longi hevur ynskt at fríðka um umhvørvið fram við ánni. Ætlanin er at leggja gongurgøtur til brúnna og møguliga fram við áarbakkanum. Umsjónarmenn hjá kommununi hava smíðað brúnna. Nú hetta arbeiðið er liðugt, fara fólk at leggja gongugøturnar. Væntandi verða ljós síðani sett upp fram við gøtunum. Tá alt arbeiðið er liðugt, verður økið eitt satt prýði, har fólk kunnu ganga sær ein góðan spakingartúr og njóta vakurleikan í hesi serstøku náttúruni millum báðar bygdirnar, har kirkjan og viðalundin eisini eru.