Stálormur
Stálormar (latín Anguis fragilis) eru ikki rættiligar slangur, men eðlur. Sum tær eru mentar, hava summar eðlur, eitt nú stálormurin, mist útlimirnar. Teir verða nevndir so, tí kroppurin skyggir sum stál. Teir eru mest í kjarri og á viðaveingi í Evropa, í Útsynningsasia og í Norðurafrika. Teir taka eiturkoppar, sniglar og skordýr. Stálormur verður einar 50 cm langur. Teir verpa ikki sum flestar aðrar eðlur, men leggja livandi, fullbúnar ungar.