Spitsbergen er størsta og fólkaríkasta oyggj í Svalbarði. Oyggin er eisini landsins størsta oyggj, og har búgva eitt sindur meira enn ein 2,000 fólk. Spitsbergen er 37,673 ferkilometrar ella umleið 27 ferðir so stórur sum Føroyar. Úr suðurendanum, Sørnesi, og norður í Verlegenhuken eru 400 km, og har, sum hon er breiðast, er hon 220 km. Hægstu fjøllini á Spitsbergen eru Newtontoppen (1.713 m.) og Perriertoppen (1.712 m.). Nógv tað størsta plássið er býurin Longyearbyen, sum við sínum 2,060 fólkum hevur 71% av fólkatalinum í Svalbarði. Longyearbyen er eisini fyrisitingardepil fyri oyggjabólkin. Býurin telist millum norðastu búsetingar í heiminum.



58% av landslagnum á Spitsbergen er skriðjøklar. Inni í jøklunum eru helli. Til ber at fara inn í tey at hyggja eftir grót- og ísskapum, sum náttúran sjálv hevur evnað til. Á Spitsbergen ber eisini til at sleppa á kavaskutarasafari.





Hvørt ár tíðna jøklarnir á Spitsbergen og gerast minni í vavi. Hetta hendir, tí veðurlagið er vorðið mildari seinastu 100 árini. Tað kann fáa álvarsligar fylgjur fyri ísbjarnirnar, at ísurin á Spitsbergen tiðnar. Tær veiða á ísinum, og tá ísurin tiðnar, verður trupult hjá teimum at vinna sær nóg mikið av føði. Íshavið ávirkast eisini nógv av mannaelvdum veðurlagsbroytingum.



Meðan hann leitaði eftir farleiðini til Ásiu, fann Willem Barents Bjarnoynna og Spitsbergen, sum hann gav hesi nøvnini.

Á Spitsbergen eru tvey sjúkrahús, eitt í Longyearbýnum og eitt í Barentsburg.