Sonni Jacobsen (føddur hin 19. februar 1959 í Sørvági) er ein føroyskur rithøvundur. Foreldrur hansara vóru Herluf og Charlotta Jacobsen í Sørvági. Frá hann var 3 ára gamal vaks hann upp hjá pápabeiggjanum, Jóhan á Ørg og konu hansara Lenu í Sørvági orsakað av, at mamman var vorðin sjúk og pápin sigldi.[1] Hann hevur útgivið tvær bøkur um Sørvágs søgu, fýra skaldsøgur, tvær metbøkur og eina bók sum eitur Greinar og rit. Fyrsta bókin ið hann gav út var bygdasøgan "Sørvágur og sørvingar I", sum kom út í 1995.

Útgávur rætta

Skaldsøgur rætta

  • 1997: Myrkar nætur. (skaldsøga). Forlagið Ytstifjórðingur
  • 1998: Teir bláu. (skaldsøga). Forlagið Ytstifjórðingur
  • 1999: Úr támi tíðarinnar. (skaldsøga). Forlagið Ytstifjórðingur
  • 2003: Eitrandi blóð. (skaldsøga). Forlagið Ytstifjórðingur

Bygdarsøgur rætta

  • 1995: Sørvágur og sørvingar I. (bygdarsøga). Forlagið Ytstifjórðingur
  • 1996: Sørvágur og sørvingar II. 1996 (bygdarsøga). Forlagið Ytstifjórðingur

Aðrar útgávur rætta

  • 2000: Greinar og rit. 2000 (ritsavn). Forlagið Ytstifjórðingur
  • 2000: Metbókin 2001. (metbók). Forlagið Føroya Met
  • 2004: Metbókin 2005. (metbók). Forlagið Føroya Met

Keldur rætta

  1. "rit.fo". http://www.rit.fo/support. Heintað 2013-11-16.