Smokie er enskur rokkbólkur úr Bradford. Bólkurin, sum hevur verið virkin í 40 ár og hevur havt óteljandi hitt, er framvegis í stórformi. Smokie komu fram í sjeytiárunum, tá ið teirra løttu rokksangir gjørdust víðagitnir, men eisini árini síðani hevur bólkurin skrivað og spælt kendar sangir. Burtur úr stóru rúgvuni av sangum, sum hava gjørt Smokie til eitt víðagitið navn, kunnu nevnast Livin' Next Door To Alice, Oh Carol, Needles And Pins, Mexican Girl, Lay Back In The Arms Of Someone, I'll Meet You At Midnight og Boulevard Of Broken Dreams.

Smokie (2018)

Smokie hevur fleiri ferðir verið í Føroyum og framført. Seinasta framførðsla í Føroyum var í 2008 á Summarfestivalinum í Klaksvík.

Útvortis ávísing

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið