Skatumási/Skata (frøðiheiti - Larus canus) er av teimum lítlu másasløgunum, lítið størri enn rita. Føturnir hava ein grønligan lit, og nevið er grøngult; annars líkist hon ritu í útsjónd. Í Noregi eigur hon í hópatali. Í Føroyum hevur hon altíð verið ein sjaldsamur fuglur, mangastaðni ókend. Í seinnu tíðini hevur sæst meir til hennara og í summum støðum er hon nú farin at eiga í haganum. Eggini eru á liti og stødd sum rituegg. Dúnungin er gulgráur við svørtum prikkum, ungfuglurin gráflekkutur. Í bygdum, sum hon leingi hevur verið kend, er hon nevnd skatumási ella skata; summstaðni er hon nevnd gneggjus. Í nøkrum støðum, har hon er nýkomin, vita teir einki navn til hennara. Og í einstøkum bygdum er hon kallað fransaterna, men tað má vera av misgáum. Ritu líkist hon; ikki um nakrar vegir er hon lík ternu, so tað er ótrúligt, at teir gomlu skuldu farið at givið henni eitt ternunavn. — Tað er eingin fagnaðargestur at fáa. Hann tekur egg og ungar frá øðrum hagafuglum; fram við lundaurðum jagstrar hann sildberan, til hann má sleppa sildini, og ikki er tað sørt, hann tekur av pisum, fyrst tær koma út úr holuni.

Skatumási

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Charadriiformes
Ætt: Laridae
Slekt: Larus
Slag: L. canus
Larus canus canus

Sí eisini

rætta

Keldur

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið