Skagerrak er tann parturin av Atlantshavinum, ið er millum Danmark, Svøríki og Noreg. Skagerrak fevnir um eitt øki á 32 000 km², og hevur eina miðaldýpt á 200 metrar. Tað djúpasta økið er 700 metrar djúpt. Av stórum áum, ið renna út í Skagerrak eru Skienselva, Numedalslågen, Glomma, Mandalselva, Otra, Topdalselva og Nidelva.

Skagerrak er havið norðan fyri Danmark og sunnanfyri Noreg.


Sí eisini rætta