Skúla Scam
Skúla Scam er ein føroysk teknifilmsrøð, ið varir umleið ein tíma tilsamans. Tóki Jansson úr Havn hevur teknað, animerað, klipt, leikstjórnað, skrivað handrit og lagt røddir til fleiri av figurunum í Skúla Scam. Jónas í Dali Wagner hevur framleitt filmin. Dina Poulsen úr Miðvági hevur skrivað 3 partar av røðini og hevur lagt rødd til gentuna Sólskin. Bergur Jensen leggur rødd til Pætur og Haakon Joensen leggur rødd til læraran.
Tað er tann fyrsta føroyska teknifilmsrøðin, ið er gjørt av einum skúlanæmingi og tað fyrsta føroyska tilfari, ið er víst á danska undirvísingarportalinum fyri børn, Buster.dk, tað varð víst á Buster Filmfestival í september 2020.[1] Filmsrøðin og tað, at ein umsókn um stuðul bleiv noktaður, tí landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, ikki dámdi, at tað bleiv bannað í teknifilmsrøðini, førdi í desember 2020 til eitt kjak um armslongdar prinsippið, um talufrælsi og listarliga frælsi, og um politikarar skulu stýra listini og bara játta stuðul til tað, ið teimum persónliga dáma og vraka tað list, ið teimum persónliga ikki dáma. Kjakið rakk eisini út um landoddarnar.
Um Skúla Scam
rættaTóki Jansson fór sum 15-ára gamal í gongd við at gera sína egnu teknifilmsrøð við heitinum Skúla Scam. Røðin varir umleið ein tíma, tey tosa føroyskt. Teknifilmsrøðin snýr seg um tríggir skúlanæmingar, Pætur, Sólskin og Bob, ið møtast, tá ið tey skulu byrja á einum nýggjum skúla. Skúlin vísir seg at vera sera løgin og ræðandi, alt er annarleiðis enn tey vóru von við. Tímarnir eru stuttir og fríkorterini eru long. Tey seta sær fyri at kanna, hvat ið tað er ið gongur fyri seg á skúlanum.[2] Jónas í Dali Wagner frá Filmshúsinum hevur verið vegleiðari hjá Tóka, meðan hann hevur gjørt Skúla Scam. Jónas í Dali Wagner er fyrrverandi leiðari av fiktionsinstruktør-útbúgvingini á Den Danske Filmskole.
Tóki bleiv liðugur við Skúla Scam á heysti í 2020, tá var hann blivin 17-ára gamal, tað mesta gjørdi hann sum 15-16 ára gamal. Teknifilmsrøðin hevði forpremieru í Havnar Bio fyri innbodnum skúlaungdómum og øðrum hin 16. september 2020.[1] Eftir tað fóru Tóki Jansson og Dina Poulsen, ið leggur rødd til gentuna Sólskin í røðini, saman við øðrum umboðum úr Føroyum til Danmarkar, har teknifilmsrøðin hevði heimspremieru og varð víst alment á Buster Filmfestival í september 2020 fyri donskum skúlanæmingum úr miðdeild og hádeild.
Umsókn um stuðul tilmælt men vrakað
rættaTóki Jansson hevur gjørt filmsrøðina í síni frítíð uttan peningaligan stuðul. Vegleiðari hansara Jonas í Dali Wagner valdi at søkja um stuðul á 40.000 krónur til Skúla Scam fyri at gera hana heilt lidna. Mentamálaráðið innstillaði filmsrøðina til at fáa henda stuðul, ið søkt varð um, men landsstýrismaðurin í mentamálum Jenis av Rana vildi ikki skriva undir, og noktaði harvið at lata stuðulin. Dagur og Vika[3] hevði eina samrøðu við landsstýrismannin um hetta málið, og har segði hann, at honum dámdi ikki tað hann sá, og at hann ikki kundi seta sína undirskrift, tí at tey bannaðu so illa. Í noktandi svarinum úr Mentamálaráðnum til filmsframleiðaran stendur, at “landsstýrismaðurin metir seg ikki kunna viðmæla stuðli vegna málbrúkið í filminum”. Jenis av Rana er endurgivin úr Degi og Viku fyri at siga:
Mær dámdi als ikki tað, eg sá. Tá eg seti mína undirskrift á, so góðkenni eg, at hetta er fantastiskt, og tað kundi eg ikki gera við hetta uppskotið til film, segði Jenis av Rana við Dag og viku. Mær dámar ikki at fólk bannast, og tað gera vanlig fólk ikki, og tað gera ung yvirhøvur heldur ikki. Í hesum føri snýr tað seg um, at eg skal geva loyvi til, at man fer í landskassan eftir pengum fyri at premiera honum fyri málbrúkið. Og tað kann eg yvirhøvur ikki, segði Jenis av Rana.[4]
Hetta skapti øsing og kjak í føroysku miðlunum og á sosialu miðlunum. Eisini danskir miðlar sum t.d. Berlingske,[5] DR,[6] og Politiken[7] skrivaðu um málið. Felagið Føroysk Filmsfólk sendu eina áheitan til landsstýrismannin í lesarabrævið, har tey m.a. skrivaðu:
"Fyri fyrstu ferð síðani filmsjáttanin kom á fíggjarlógina í 2014, hevur ein landsstýrismaður ikki fylgt tilmælunum frá ráðgevarum um hvør skal hava stuðul. Ein fyrisitingarlig siðvenja er brotin, og prinsipið um, at listin ikki skal stýrast politiskt er ikki longur galdandi. Eins og talu- og trúarfrælsi, er frælsa listin grundleggjandi í einum fólkaræði. Teir partar av veruleikanum sum ein filmur endurspeglar, mugu ikki verða stýrdir av persónligum meiningum hjá skiftandi ráðharrum. Tí er tað so umráðandi, at vit ikki gloyma og fara lætt um, at vit hava armslongd í fyristingini, og virða hesa armslongd."[8]
Keldur
rætta- ↑ 1.0 1.1 Samuelsen, Tóki (17. september 2020). "Tóki fylti biografin". https://dagur.fo/toki-fylti-biografin.
- ↑ "SKÚLA SCAM". Buster Filmfestival. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2021-05-10. https://web.archive.org/web/20210510220641/https://buster.dk/film/skula-scam/. Heintað 2020-12-12.
- ↑ Dagur og vika 7. desember 2020
- ↑ Egholm, Sverri (7. desember 2020). "Bannast ov illa: Jenis vil ikki lata stuðul til teknifilm". https://dagur.fo/bannast-ov-illa-jenis-vil-ikki-lata-studul-til-teknifilm.
- ↑ Türker, Selin (10. desember 2020). "17-årige Tóki skulle modtage filmstøtte til sit første projekt, indtil minister blandede sig: »Jeg kan ikke lide filmen«". Berlingske. https://www.berlingske.dk/aok/17-aarige-toki-skulle-modtage-filmstoette-til-sit-foerste-projekt-indtil.
- ↑ Bjerregaard, Morten (15. december 2020). "Færøsk minister trækker støtte til tegnefilm på grund af bandeord: 'Normale mennesker bander ikke'". DR. https://www.dr.dk/nyheder/kultur/faeroesk-minister-traekker-stoette-til-tegnefilm-paa-grund-af-bandeord-normale. Heintað 15. december 2020.
- ↑ "Derfor gav minister afslag på filmstøtte: »Jeg kan ikke lide, når folk bander, og det gør normale mennesker ikke«". Politiken. 15. december 2020. https://politiken.dk/kultur/art8033894/Derfor-gav-minister-afslag-p%C3%A5-filmst%C3%B8tte-%C2%BBJeg-kan-ikke-lide-n%C3%A5r-folk-bander-og-det-g%C3%B8r-normale-mennesker-ikke%C2%AB. Heintað 15. december 2020.
- ↑ "Áheitan frá filmsfólkum". 14. desember 2020. http://www.lesarin.fo/aheitan+fra+filmsfolkum.html.