Skálabotnur ella Skálafjørður er ein bygd í Eysturoy, sum liggur í botninum á fjørðinum við sama navni. Bygdin var partur av Skála kommunu, sum nú er løgd saman við Runavíkar kommunu. Bygdin Skálafjørður er m.a. kend fyri stóra samkomuhúsið Kelduna. Fólkatalið var 109 í 2013.

Skálabotnur (Skálafjørður)
Skålefjord (danskt)
Bygd
Land  Føroyar
Sýsla Eysturoya sýsla
Oyggj Eysturoy
Kommuna Runavíkar kommuna
Íbúgvar 111 (2015)[1]
Postnummur FO-485
Markatal -

Innast í Skálafirði er bygdin Skálafjørður. Norðanfyri, í dalinum millum Fjarða, er Stevnuválur, sum var tingstaður hjá eysturoyingum.

Keldur

rætta
  1. Hagstova.fo