Sjampanja kemur úr økinum Champagne, ið liggur 145 km í ein landnyrðing úr París. Einki annað øki í heiminum hevur loyvi at kalla síni brúsandi vín fyri "champagne". Framleiðslan av sjampanju fer fram á henda hátt: Fyrst verður vanligt borðvín framleitt, og síðan verður sukur og ger latið í. Onnur gering fer nú fram í fløskunum, ið liggja á goymslu í minsta lagi 9 mánaðir. Eftir hesa goymslu, verða fløskurnar lagdar við hálsinum niðureftir í nakrar træbukkar við holum í, kallaðir "pupîtres", ið ger, at botnfallið rennur niður í fløskuhálsin. Hálsurin verður førdur niður í eina frostvesku, ið er minus 20 °C, so at botnfallið gerst til ein propp, ið verður tikin burturúr. Síðan verður sukur latið í, alt eftir, hvat slag av sjampanju framleidd verður. Einastu drúurnar, ið loyvdar eru at nýta í Champagne, eru Pinot Noir og Pinot Meunier, ið eru reyðar drúvur, og Chardonnay ið er ein hvít drúva.

Sjampanja.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið