Sima Qian (kinesiskt: 司馬遷, pinyin: Sīmǎ Qiān, Wade–Giles: Ssu-ma Ch'ien, føddur umleið 145 f.Kr. í Longmen [nú Hancheng] í Shaanxi, deyður 86 f.Kr.) var ein kinverskur søguskrivari, hann var tann fyrsti sum skrivaði søguna hjá Kina heilt aftur til skapanina. Hann var prefekturur fyri stórskrivararnar (太史公, taishigong) undir Hanríkinum. Við sínum søguarbeiði verður hann roknaður sum faðir at søguskriving í Kina. Søgubók hansara, sum á enskum hevur heitið Records of the Grand Historian fevnir um tíðarskeiðið frá tí Gula Keisaranum til samtíðina hjá Qian undir stýrinum hjá keisara Wu av Han.

Fyrsta síða av Shiji


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið