Susan Alexandra Weaver (fødd 8. oktober 1949) er amerikansk sjónleikarinna. Hon er mest kend fyri at spæla leiklutin sum Ellen Ripley í filmsrøðini Alien. Hon hevur eisini spælt høvuðsleiklutin sum Dana Barrett í filumun Ghostbusters (1984), Ghostbusters II (1989) og sum Dr. Grace Augustine í Avatar (2009). Sjey ferðir hevur hon verið tilnevnd Golden Globe Award, og í 1988 vann hon tvær Golden Globe virðislønir, onnur var fyri Best Actress in Drama og hin fyri Best Supporting Actress fyri hennara leiklutir í filmunum frá 1988 Gorillas in the Mist og Working Girl og gjørdist harvið tann fyrsti persónurin nakrantíð, ið vann tvær Golden Globe virðislønir fyri at spæla sama ár.[1] Hon vann ein BAFTA Award fyri bestu sjónleikarinnu í stuðlandi leikluti í fyri sín leiklut í filminum frá 1997 The Ice Storm. Harafturat hevur hon fingið tríggjar Oscar tilnevningar, tríggjar Emmy Award tilnevningar og tvær Saturn Awards.

Sigourney Weaver, 2011

Keldur rætta

Slóðir úfeftir rætta



 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið