Sifnos er ein oyggj í Grikkalandi, hon liggur í oyggjabólkinum, sum verður nevndur Kykladurnar, millum oynnar Serifos og Milos, vestanfyri lítlu oynna Delos og Paros. Fólkatalið á oynni var 2.442 í 2001, í 1991 búðu 1.960 fólk har. Nógvur leirur er á oynni, og ein vinna sum er vanlig har er leirlist.

Ein lítil kirkja á Kastro
Kamares víkin

Jarðfrøði

rætta

Sifnos liggur umleið 130 km frá Pireus, sum er tann havnin sum er nærmasta við Athen. Sifnos er 74 km2 til støddar, hon er 15 km long og 7,5 km breið. Strandalinjan er 70 km.

Fólk hava búð á Sifnos í hvussu so er síðan umleið ár 4000 f.Kr.[1] Oyggin var rík í gomlum døgum, har vóru gull, silvur og blýggj nám heilt aftur til 3. øld f.Kr. Hetta prógvar skatturin hjá sifnoyingum, sum teir bygdu á oynni Delos. Sambært Pausanias so vóru hesi nám oyðiløgd av vatnflóð. Enn í dag síggjast nøkur av hesum námum á oynni, tann kendasta er í Agios Sostis. Frá 12. øld á.Kr. var oyggin fólkað av Ioniskum grikkum frá Athen. Í 6. øld f.Kr. var oyggin fólkað av sjórænarum av oynni Samos. Í 5. øld á.Kr. var Sifnos ein almennur limur í griksku verjuni móti persarum í Persarastríðnum. Eitt skiftið eydnaðist tað persarum at taka oynna, men hon var fríða aftur at einum flota hjá Aleksander tí Stóra. Man veit lítið um søguna hjá Sifnos undir rómverjatíðini og tí byzantinsku tíðini, tó eru nakrar leivdir frá hesi tíðini varðveittar, tríggjar rómversker sarkofagir eru at finna í Kastro og 80 byzantinskar myntir eru at finna á einum savni í oynni. Hildið verður, at fólk hava búð á oynni alla tíðina hesi tíðarskeiðini. Tíðliga í 14. øld kom Sifnos undir harradømi hjá tí italienska ella spanska Januli da Corogna, sum hoyrdi til Maltesaraordanin. Hesin proklameraði oynna frælsa frá Sanudi ríkinum, sum stýrdi yvir tær flestu av Kykladu-oyggunum tá á døgum. Corognas familjan stýrdi Sifnos í meira enn hundrað ár; umleið ár 1440 var valdið yvir oynna latið til eina familju úr Bologne, Gozzadini, orsakað av einum hjúnalagi. Henda familjan stýrdi oynni til 1617. Sjálvt um bæði hesi stýrini vóru helleniseraði, so varð hildið fast við rómansku katólsku trúgv teirra. Frá 1537 var Sifnos eins og hinar oyggjarnar í Egearahavinum ein partur av tí Osmaniska ríkinum. Man veit lítið um søguna hjá Sifnos hetta tíðarskeiðið, hildið verður, at teir ið stýrdu tí Osmaniska ríkinum bert høvdu leyst stýrið yvir Sifnos, og bert kravdu skatt frá fólkunum har. Frá tíðliga í 17. øld var Sifnos ein týðandi haldilsoyggj. Og frá 1821 spældi oyggin týdningarmikland leiklut í frælsisstríðnum.

Øki og bygdir á Sifnos

rætta

Sifnos kommuna er býtt sundur í tvey øki við hesum bygdum:

  • Apollonia (Apollonia, Vathy, Kamares, Kastro, Kato Petali, Platys Gialos, Faros, Chrysopigi)
  • Artemonas (Artemonas, Agia Marina, Troulaki, Cherronisos)

Keldur

rætta
  1. Maranti, Anna Siphnos: The Brilliance of Apollo. Athens, Toubis, 2002, s. 18

Slóðir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið