Shangri-La
Søgnin sigur frá einum kongaríki í einum dali onkustaðni í Himaleiafjøllunum. Eitt ríki, sum minnir ikki sørt um Paradísið. Vestanfyri verður hetta ríkið rópt Shangri-La, og mong eru tey, sum hava sett lívið í váða til tess at finna landið.
Enski rithøvundurin James Hilton fortelur í roman síni Lost Horizon frá 1933 um Shangri-La, sum í skaldsøguni er ein íspunnin dalur í Kunlun fjøllunum í Kina.