Yell
Jala
Landafrøði

Vídd 212 km²
Vatn - %

Umsiting
Land Hetland Hetland
Íbúgvalæra
Fólkatal 957 (2001)

Yell (eldri Jala ella Jela) er ein av Norðoyggjunum í Hetlandi. Yell er næstørsta oyggin í Hetlandi, 27 km long, 11 km breið, og hevur triðflest íbúgvar (eftir Mainland og Whalsay), í 2001 hevði oyggin 957 íbúgvar.

Landslag og djóralív rætta

 
Seyður á Yell, við óbygdu oynni Bigga í bakgrundini

Ikki er greitt hvat navnið merkir, men hildið verður, at tað kann upprunaliga vera av piktiskum uppruna. Norðbúgvar kallaðu oynna Gjall, ið sipar til berligt landslag, men hinvegin kann heitið Jala ella Jela hava merkt "hvíta oyggj" sipandi til tær hvítu skeljasands strendurnar kring oynna.

Hægsta fjallið er Hill of Arisdale (før. Argisdals Heyggjur) 210 m.









Búseting rætta

 
Burravoe

Bygdirnar á Yell liggja fram við strondini, tær størru eru Burravoe, Mid Yell, Cullivoe og Gloup, og smærru bygdirnar eru Ulsta, Gutcher, Aywick, West Yell, Sellafirth, Copister, Camb, Otterswick, og West Sandwick.







Ferðasamband rætta

 
Ferjurnar Daggri og Dagalien í havnini í Ulsta

Ferjusamband er frá Ulsta á Yell til Toft á Mainland, og frá Gutcher á Yell til Belmont á Unst og til Hamars Ness á Fetlar.











Myndir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið