Vinnuháskúlin er ein skúli í Tórshavn. Stjóri á skúlanum er Símun Poulsen. Skúlin bjóðar fýra útbúgvingar: Skipsførara, skipara, maskinmeistara og maskinist. Harumframt bjóðar skúlin trygdarskeið, tað fer fram við Áir. Vinnuháskúlin er úrslitið av samanlegging av tveimum skúlum: Føroya Sjómansskúli og Maskinmeistaraskúlin. Samanleggingin fór fram í 2005.

Søgan rætta

Skipararnir Jens Mohr og Jens í Dali vóru teir fyrstu, sum fóru at hava skiparaskúlar í Føroyum. Tað var tann 1. november 1893, at teir fóru undir hvør sín skúla í Havn, og skjótt komu aðrir teimum á baki: Dánjal í Ungagarði fór at læra skiparanæmingar í Porkeri í 1896; Hans Djurholm byrjaði á Glyvrum í 1903; Brøðurnir Jákup og Jógvan Joensen (við Stein) fóru undir sín skúla í Havn í 1904; og í 1905 tók Jens Pauli í Dali við eftir faðirin, Jens í Dali. Fyrsti sjómansskúlin, ið var bygdur til endamálið, er í dag fyrisitingarbygningur hjá Tórshavnar Skipasmiðju. 1. november 1905 tóku teir ímóti fyrstu næmingunum, og sostatt er bygningurin júst 100 ára gamal. Tað vóru danirnir Viggo Ryving-Jensen og Andrias Nielsen – Styrmand Nielsen vanliga nevndur – ið lótu skúlan byggja, og sum lærdu frá sær. Hesir skúlar, ið hildu á í longri ella styttri tíð, vóru privatir og høvdu bara opið vetrarhálvuna, vanliga frá 1. november til seinast í februar, og tað var ikki ókeypis at ganga í skúla – 20 kr. um mánaðin ella 80 kr. fyri skeiðið var tað vanliga. Lærugreinirnar vóru fáar, og fram til 1916 var einans farið upp til munnliga próvtøku. Lógin kravdi tríggjar próvdómarar at gera av, um næmingurin var nóg góður at standa prógv, og próvdómarar vóru yvirmenn á donskum verjuskipum. Henda skipan helt fram til 1919, tá ið serstøk próvtøkunevnd var sett. Tá í tíðini var ikki so nógv til undirhalds hjá fólki, og ofta var trongligt inni í próvtøkuhølinum, tá ið próvtøka fór fram. Tað vóru serliga næstrafólk, sum komu at forvitnast, men hetta vóru ikki allir næmingar so glaðir fyri. Í 1917 gjørdist próvtøkan bæði munnlig og skrivlig.

Í 1925 fóru føroysk skip til Grønlands at fiska, men trupulleikin var tann, at skiparapappírini rukku ikki so langt. Løgtingið heitti á donsku stjórnina um at seta á stovn ískoytisútbúgving í Føroyum, ið seinni kom at verða rópt longdin ella grønlandsprógvið millum manna. Úrslitið varð, at danskir myndugleikar í 1927 settu stýrimansskúla á stovn í Føroyum, har eisini lært varð til lægri siglingarprógv – m.a. longdina. Sjómansskúlin hjá Ryving-Jensen og Styrmand Nielsen, sum tá var hildin uppat, var settur í stand til stýrimansskúla, og í árunum, sum komu, hýsti skúlin øllum sjómansútbúgvingum í Føroyum. H. A. Guldhammer kom til Føroya at vera fyristøðumaður fyrstu tvey árini, 1927-29, og síðani tók Jens Pauli í Dali við, og tá ið hann legði frá sær í 1956, hevði hann samanlagt verið fyristøðumaður í samfull fimmti ár. Í 1929 var motorpassaraskúli settur á stovn sum deild undir sjómansskúlanum, og tá ið hann eisini skuldi húsast undir somu lon, sigur tað seg sjálvt, at tað mangan var trongligt – ja, so trongt, at skúlastjórin mátti javnan nokta monnum at koma á skúlabonk.

Eftir at hava verið sjómansskúlalærari í Danmark í 20 ár flutti Fischer Heinesen heim til Føroya í 1947, og sama heystið fór hann at hava skiparaskúla um kvøldarnar í kommunala skúlanum í Klaksvík. Fischeri lá frammarlaga at læra menn at nýta radiotelefonina, og longu annan veturin gingu bæði skiparar og longdarmenn í skúla. Klaksvíkar Sjómansskúli fekk egin høli í 1971, men var privatur til 1975, tá ið hann fór undir landið. Umframt skiparar og kokkar lærdu teir áður eisini stýrimenn og fjarritarar.

Fyrsti skipsføraraflokkurin byrjaði á Føroya Sjómansskúla á heysti 1962, og á vári 1963 stóðu fyrstu skipsførararnir prógv. Lestrartíðin var umleið seks mánaðir, og staðið stýrimansprógv gav atgongd til hesa útbúgving. Men sum árini gingu, legðist meira og meira afturat skipsføraralæruni, so at skeiðið í 1973 var longt til eitt ár. Í 1986 hevði lógarbroyting við sær, at stýrimans- og skipsføraralæran vórðu lagdar saman í eina 3 ára skipsføraraútbúgving. Seinastu stýrimenninir tóku prógv á sumri 1987. Skipara- og skipsføraralærurnar vóru fram til 1992 tvær útbúgvingar. Fyrra ætlað skiparum og bestumonnum á fiskiskipum, seinna yvirmonnum á farma- og ferðafólkaskipum. Men hetta árið kom í gildi sonevnd modulskipan, og útbúgvingarnar vórðu skipaðar í ein framhaldandi lestur, soleiðis at skiparaprógvið skal standast á leiðini til skipsføraraprógv. Teir, sum ikki ætla sær longri enn til skipara, gevast sjálvsagt, tá ið teir hava staðið hetta prógv.

Sjómansskúlin flutti í núverandi høli við ársbyrjan 1962, og í 1997 varð farið undir umfatandi út- og umbygging, sum var liðug á heysti 2000. Í apríl 2004 boðaði landsstýrismaðurin við skúlamálum frá, at Maskinmeistaraskúlin og Føroya Sjómansskúli skuldu leggjast saman í ein stovn, og 1. august sama ár var felags stjóri settur – Hans Johannes á Brúgv. Á nýggjárinum 2005 vóru skúlarnir formelt lagdir saman og eftir summarfrítíðina veruliga lagdir saman.[1]

Keldur rætta

  1. "vh.fo". http://www.vh.fo/default.asp?menu=253. Heintað 2015-01-11.