Við Áir er eitt stað á eystursíðuni á Streymoynni, beint sunnanfyri Hvalvík.

Hvalastøðin við Áir í 2010

Hvalastøðin við Áir rætta

Ein hvalastøð var í har til 1984, tá seinasti hvalurin varð dripin har. Bæði bygningar og maskinur eru til enn, og arbeitt verður við at gera hvalastøðina til eitt sjóvinnusavn og upplivingardepil. Landsstýrið samtykti í 1989, at hvalastøðin við Áir skuldi varðveitast. Í 2007 varð eitt álit skrivað og handað landsstýrismanninum í mentamálum. Mentamálaráðið, Søvn Landsins og Sunda kommuna arbeiða í felag fyri, at hvalastøðin aftur gerast ein virkin miðdepil í Sundalagnum. Peningur varð eisini játtaður, soleiðis at varðveitingararbeiði kundi fara í gongd í 2011. Á heysti 2011 var hvalastøðin opin fyri almenninginum, har umleið 500 fólk vitjaðu.[1]

Skúlin Við Áir - Dugni rætta

Dugni hevur ein skúla Við Áir. Hesin skúlin er fyri fólk við skerdum arbeiðsførleika. Tey kunnu taka 9. flokk, 10. flokk ella FHS. Fólk kunnu sostatt umskúlast ella fara undir endurbúgving, so tey kunnu arbeiða innan okkurt annað økið, sum tey megna. Arbeiðsførleikin kann vera skerdur antin kroppsliga, sálarliga ella sosialt. Skúlin er ein kostskúli, og næmingar kunnu búgva á kostdeild skúlans.[2]

Keldur rætta

  1. Sansir.net, Hvalastøðin við Áir
  2. Dugni.fo, Skúlin við Áir[deyð leinkja]