Vesturkirkjan er ein kirkja í vesturbýnum í Havn - á horninum millum Jóannesar Patursonargøtu og Frælsið. Kirkjan er bygd í fyrru helvt av 1970-árunum og vígd í 1975. Vesturkirkjan er hægsti bygningur í Føroyum. Sambært mátingum sum Matrikulstovan hevur gjørt 23. mai í 2002, er hæddin 40,90 m. yvir lendinum har tornið stendur.

Hans Pauli Olsen, myndhøggari, gjørdi standmyndina. Hon varð sett upp við Vesturkirkjuna í 2006.

Slóðir rætta