Vaturpass [ˈvaːtɪ,pʰas:] (rættari [ˈvɛaːtʊɹ,pʰas:]) ella loddbretti, er eitt mátitól ella amboð ið verður nýtt til at eftirkanna um flatir, linjur ella lutir eru nágreiniliga vatnrøtt (vatur = vatn) ella loddrøtt. Sagt verður at vinkulin er "í vatur" [ˈvaːtʊɹ]. Vaturpass verður serliga nýtt av hondverkarum, so sum timburmonnum og smiðum.

Vaterpass verður brúkt til at hava eftirlit við um nakað er vatnrætt ella loddrætt. Á hesum vaturpassinum er eisini ein bløðra til at avlesa 45 stigar vinkulin.
Bløðran í vaturpassinum skal vera millum strikurnar tá tað stendur nágreiniliga vatnrætt ella loddrætt.