Evánghelos Odysséas Papathanassíou (grikskt: Ευάγγελος Οδυσσέας Παπαθανασίου; føddur 29. mars 1943 í Volos í Grikkalandi, deyður 17. mai 2022 í París[1]), best kendur undir listafólkanavninum Vangelis (grikskt: Βαγγέλης), var grikskur tónleikari og tónasmiður. Saman við Demis Roussos og Loukas Sideras stovnaði hann í 1968 tónleikabólkin Aphrodite's Child.

Vangelis í 2007.
Vangelis i London 2012.

Í 1970-árunum var Vangelis ein av undangongumonnunum innan elektroniskan tónleik, Aðrir slóðbrótarar í hesum tónleikasjangruni vóru m.a. Jean Michel Jarre og Mike Oldfield.

Eisini hevur Vangelis skrivað filmstónleik, har "Chariots of Fire" (upprunaliga "Titles") og "Conquest of Paradise" gjørdust eyðkennisløg hansara. Hann fekk eina Oscar-virðisløn fyri besta tónleik fyri tónleikin til filmin "Chariots of Fire" og hann skrivaði tónleik til kendar filmar so sum "Blade Runner" og "1492: Conquest of Paradise".

Slóðir úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldutilfar rætta