Virginia Wynette Pugh, betur kend sum Tammy Wynette (fødd 5. mai 1942 í Tremont, Mississippi, deyð 6. apríl 1998 í Nashville, Tennessee) var ein amerikonsk songkvinna, sangskrivari og tónleikari.[1]

Tammy Wynette í 1975.

Tammy Wynette telist millum kendastu nøvn innan country-tónleikaheimin. Hon byrjaði sína lívsleið sum sangarinna í 1966. Millum hennara kendastu sangir eru "Apartment No. 9" frá 1966, "Your Good Girl's Gonna Go Bad" (1967), "My Elusive Dreams" (1967), "I Don't Wanna Play House" (1967), "Take Me to Your World" (1968), "D-I-V-O-R-C-E" (1968), "Stand by Your Man" (1968), "We're Gonna Hold On" (1973, saman við George Jones) og so "Til I Can Make It on My Own" frá 1976.

Tammy Wynette hevur verið gift fleiri ferðir, millum annað við country-sangaranum George Jones frá 1969 til 1975.

Hon hevur verið í uppskoti til Grammy-virðisløn fleiri ferðir og hevur vunnið 2 Grammy-virðislønir í 1967 og 1969 fyri sangirnar "I Don't Wanna Play House" og "Stand by Your Man".[2][3]

Slóðir úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur rætta

  1. Tammy Wynette, imdb.com
  2. Grammy Awards 1968, awardsandshows.com
  3. Grammy Awards 1970, awardsandshows.com