Tónleikavirðisløn norðurlandaráðsins

Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins er ætlað at vekja áhuga fyri skaptum og framførdum tónleiki á høgum listarligum støði. Annaðhvørt verður virðislønin givin fyri verk hjá núlivandi tónasmiði og annaðhvørt ár fer virðislønin til størri ella minni framførslu á høgum listarligum og handverksligum støði.

Sunleif Rasmussen, 2002

Virðislønin varð stovnað í 1956 og varð í fyrstuni latin triðjahvørt ár. Frá 1990 verður virðislønin uppá 350 000 danskar krónur latin hvørt ár. Eftir 1997 kunnu tey sonevndu sjálvstýrandi økini, t.e. Grønland, Føroyar og Áland, koma við egnum tilnevningum til virðislønina. Norðurlendska tónleikanevndin, NOMUS, virkar sum virðislønarnevnd.

Vinnarar gjøgnum tíðirnar og fyri hvat:

Móttakarar rætta

 
Mari Boine, 2003
 
Björk, 1997
 
Nils-Henning Ørsted Pedersen, 1991
 
Aulis Sallinen, 1978
Ár Móttakari Heitið / starv Land
2022 Karin Rehnqvist[1] tónaskald, fyri verkið Silent Earth.   Svøríki
2021 Eivør Pálsdóttir tónleikari   Føroyar
2020 Sampo Haapamäki tónaskald   Finnland
2019 Gyða Valtýsdóttir tónleikari   Ísland
2018 Nils Henrik Asheim tónaskald   Noreg
2017 Susanna Mälkki dirigentur   Finnland
2016 Hans Abrahamsen tónaskald   Danmark
2015 Svante Henryson sellospælari og tónaskald   Svøríki
2014 Simon Steen-Andersen tónaskald   Danmark
2013 Pekka Kuusisto violinspælari   Finnland
2012 Anna S. Þorvaldsdóttir Dreymi   Ísland
2011 Mats Gustafsson   Svøríki
2010 Lasse Thoresen fyri 'Opus 42'   Noreg
2009 Kari Kriikku   Finnland
2008 Peter Bruun fyri opruna 'Miki Alone'   Danmark
2007 Eric Ericsons Kammarkör   Svøríki
2006 Natasha Barrett fyri tað elektroniska verki "...fetters..."   Noreg
2005 Cikada   Noreg
2004 Haukur Tómasson fyri tónleikin til opruna Fjórði söngur Guðrúnar   Ísland
2003 Mari Boine fyri framførdan tónleik   Noreg
2002 Sunleif Rasmussen fyri symfoniuna Oceanic Days 1995-1997   Føroyar
2001 Palle Mikkelborg fyri framførdan tónleik   Danmark
2000 Kaija Saariaho fyri kamartónleikaverkið Lonh fyri sopran og elektronikk   Finnland
1999 Leif Segerstam fyri framførdan tónleik   Finnland
1998 Rolf Wallin fyri konsert hansara fyri klarinett og orkestur 1995/1996   Noreg
1997 Björk (Guðmundsdóttir) fyri framførdan tónleik   Ísland
1996 Bent Sørensen fyri konsertina Sterbende Gärten fyri violin og orkestur   Danmark
1995 Eric Ericson fyri framførdan tónleik   Svøríki
1994 Erik Bergman fyri opruna Det sjungande trädet   Finnland
1993 Mellersta Österbottens Kammarorkester fyri framførdan tónleik   Finnland
1992 Anders Eliasson fyri Symfoni nr 1   Svøríki
1991 Nils-Henning Ørsted Pedersen fyri framførdan tónleik   Danmark
1990 Olav Anton Thommessen fyri verkið Gjennom Prisme fyri cello, orgul og orkestur   Noreg
1988 Magnus Lindberg fyri verkið "Kraft fyri symfoniorkestur og elektronikk   Finnland
1986 Hafliði Hallgrímsson fyri verkið Poemi för soloviolin och stråkorkester   Ísland
1984 Sven-David Sandström fyri requim De ur alla minnen fallna   Svøríki
1982 Åke Hermansson fyri verkið Utopia   Svøríki
1980 Pelle Gudmundsen-Holmgreen fyri verkið Symfoni/Antifoni   Danmark
1978 Aulis Sallinen fyri opruna Ryttaren   Finnland
1976 Atli Heimir Sveinsson fyri verkið Konsert för flöjt och orkester   Ísland
1974 Per Nørgaard fyri opruna Gilgamesh   Danmark
1972 Arne Nordheim fyri verkið Eco fyri sopransolo, blandað kór og orkestur   Noreg
1970 Lars Johan Werle fyri arenaopruna Drömmen om Thérése   Svøríki
1968 Joonas Kokkonen fyri verkið Tredje symfonien   Finnland
1965 Karl-Birger Blomdahl fyri opruna Aniara   Svøríki

Sí eisini rætta

Slóðir rætta

  1. «Karin Rehnqvist wins 2022 Nordic Council Music Prize», norden.org, 1. november 2022. Besøkt 2. november 2022.