Svínáir er sunnasta bygdin í Eiðis kommunu, og liggur út ímóti Sundunum, yvirav Langasandi og fyrrverandi hvalastøðini á Gjánoyri. Bygdin er frá síðst í 1820'unum, tey fyrstu fólkini vóru úr Kvívík og av Eiði (1840[2]), og [3]var grundløgd sum niðursetubygd. Syðri parturin er tann gamli parturin av bygdini, meðan tann á Svínánesi er tann nýggi, frá síðst í 1980'unum. Markið suðureftir móti Norðskála gongur við Markná. Sunnanfyri bygdina heldur Sunda Byrsufelag til. Fólkatalið er, sambært Hagstovu Føroya, 44 í november 2021.[1] Uppi yvir Svínáum liggja fjøllini "Svartbakstindur" 803 m, "Skerðingur" 691 m og "Miðalfelli" 654 m.

Svínáir
Svinåer (danskt)
Bygd
Syðri parturin av bygdini Svínáum.
Syðri parturin av bygdini Svínáum.
Land  Føroyar
Sýsla Eysturoya sýsla
Oyggj Eysturoy
Kommuna Eiðis kommuna
Íbúgvar 44 (2021)[1]
Postnummur FO-466

Kelda rætta

  1. 1.0 1.1 Hagstova.fo
  2. Hagstova Føroya. "Søguliga gongdin í fólkatalinum frá miðøld til nútíð". https://omega.hagstova.fo/fo/tidindi/2015/01/soguliga-gongdin-i-folkatalinum-fra-midold-til-nutid. 
  3. [Við Tórði á túri "https://www.kvf.fo/tordur-a-turi?sid=15691&page=9"]. Við Tórði á túri. 
  Henda greinin um Føroyar er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana