Árstíðir

Summar er tann parturin av árinum, har ið tann onnur hálvkúla jarðarinnar vendir móti sólini. Á norðaru hálvkúlu er hetta galdandi frá 21. ella 22. juni til 22. ella 23. september, meðan tað á syðru hálvkúlu er galdandi frá 21. ella 22. desember til 20. ella 21. mars.

Summarmynd tikin á Leynasandi í Føroyum í august 2004.

Tað er eisini vanligt at siga, at summarið er kalendaramánaðarnar juni, juli og august á norðaru hálvkúlu.

Um summarið eru dagarnir langir og næturnar stuttar. Á norðaru hálvkúlu er tað soleiðis, at jú longri norður ein kemur, jú longri gerast dagarnir um summarið. Norðanfyri polarkringin síggja tey sólina á miðnátt, har fer hon als ikki niður. Av tí at sólin stendur hægri á himmalinum um summarið og er frammi í fleiri tímar enn aðrar árstíðir, so er tað eisini heitari um summarið enn tað er hinar árstíðirnar.

Summarið er árstíðin ið er ímillum vár og heyst.

Keldur rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið