Sumba er sunnasta bygd í Suðuroy og harvið eisini í Føroyum. Sumba er størsta bygdin í Sumbiar kommunu, ið eisini fevnir um Lopra, Akrar, Víkarbyrgi og Akraberg. Tó eru tað bert í Sumba, Lopra og Økrum at fólk búgva, ongin fastbúgvandi er í Víkarbyrgi og Akrabergi. Sumbiar kommuna hevur høvuðssæti í Sumba. Fólkatalið í Sumba er farið nógv aftur síðan kreppuna í 1990-árunum. Í 1985 var fólkatalið í bygdini 540. Hin 1. januar 2016 var tað 237.

Sumba
Sumbø (danskt)
Bygd
Sumba
Sumba
Land  Føroyar
Sýsla Suðuroya sýsla
Oyggj Suðuroy
Kommuna Sumbiar kommuna
Íbúgvar 239 (2015)[1]
Postnummur FO-970
Markatal 64-00-00

Sumba er ein av gomlu bygdunum í Føroyum við fleiri býlingum. Ein er býlingurin í Hørg, ið liggur ovarliga í bygdini. Kendasta skaldið í Suðuroy, Poul F. Joensen (1898-1970), var ættaður úr Hørg, og verður eisini nevndur "Hargaskaldið".

Sagnir rætta

Úr Sumba eru nógvar sagnir uppskrivaðar, og ein teirra er "Hargabrøðurnir" synir Sterku Marjun. Søgnin um Hargarbrøðurnar er um fýra brøður í Hørg, ið vóru tiltiknir fyri styrki. Einaferð ránsmenn úr Írlandi gjørdu innrás í Hvalba, var boð sent um oynna eftir hjálp. Tá kom dirvið og styrkin hjá Hargabrøðrunum væl við, so teir ikki sluppu longur suður á oynna, men vóru riknir aftur til sjós.[2]

Kendir sumbingar rætta

Myndasavn rætta

Keldur rætta

  1. Hagstova.fo
  2. "snar.fo - Hargarbrøðurnir". http://snar.fo/sagnir/sumba/hargarbrodur/. Heintað 2016-04-02. 
  3. kvf.fo - Dokumentarurin: »Viljin til lívið«

Ávisingar úteftir rætta

  • Sumba.fo Heimasíðan hjá Sumbiar kommunu
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Coordinates: 61°24′15″N 6°42′40″W / 61.40417°N 6.71111°W / 61.40417; -6.71111