Stjórnin hjá Maritu Petersen

Stjórnin hjá Maritu Petersen var Føroya landsstýri frá 24. apríl 1993 til 10. september 1994.[1] Løgmaður var Marita Petersen frá Javnaðarflokkinum, við landsstýrismonnum frá Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. Marita Petersen hevði stjórnað sættu stjórnina hjá Atla Dam síðan 18. januar 1993, men hon skifti samgongusamstarvsflokkin, Fólkaflokkurin, út við Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Hóast tað stutta stjórnarskeiðið, so fekk stjórnin rættiliga nógv av skafti, sum var rættað móti tí álvarsomu kreppuni, sum Føroyar var í. Millum annað fekk hon samrátt seg fram til eina bankaavtalu við Danmark. Sambandskreftir vunnu tó løgtingsvalið 1994, og stjórnin mátti gevast og lata fyrru stjórnina hjá Edmundi Joensens taka yvir.

Landsstýrisfólk Flokkur Frá Til
Løgmaður Marita Petersen JF 24. apríl 1993 10. september 1994
Varaløgmaður Finnbogi Ísakson TF 24. apríl 1993 10. september 1994
Aðalráð Landsstýrismaður Flokkur Frá Til
Fíggjar- og kommunumálaráðið Finnbogi Ísakson TF 24. apríl 1993 10. september 1994
Fiskivinnu- og landbúnaðarmálaráðið Thomas Arabo JF 24. apríl 1993 10. september 1994
Almanna-, heilsu- og arbeiðsmálaráðið Jóannes Eidesgaard JF 24. apríl 1993 10. september 1994
Umhvørvis-, orku- og samferðslumálaráðið Signar Hansen TF 24. apríl 1993 10. september 1994
Menta- og skúlamálaráðið Bergur Jacobsen SF 24. apríl 1993 10. september 1994

Keldur rætta

  1. Tinganes.fo Føroya løgmenn og landsstýri síðan 1948