Stjórnin hjá Edmundi Joensen II

Onnur stjórnin hjá Edmundi Joensens var Føroya landsstýri frá 11. juni 1996 til 15. mai 1998, undir leiðslu av Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum (SB). Aðrir flokkar í samgongusamstarvinum vóru Fólkaflokkurin (FF), Verkamannafylkingin (VMF) og Sjálvstýrisflokkurin (SF). Einasti munurin millum tað fyrru stjórnina hjá Edmundi Joensen og hesa seinnu var sostatt, at Fólkaflokkurin kom í staðin fyri Javnaðarflokkin. Sjálvstýrisflokkurin, við Sámal Petur í Grund sum landsstýrismanni, tók seg úr samgonguni tann 1. desember 1997.

Landsstýrisfólk Flokkur Frá Til
Løgmaður Edmund Joensen SB 11. juni 1996 15. mai 1998
Aðalráð Ráðharri Flokkur Frá Til
Umhvørvis-, orku-, skúla- og kommunumálaráðið Eilif Samuelsen SB 11. juni 1996 15. mai 1998
Vinnu- og landbúnaðarmálaráðið Ivan Johannesen SB 11. juni 1996 15. mai 1998
Fíggjar- og búskaparmálaráðið Anfinn Kallsberg FF 11. juni 1996 15. mai 1998
Fiskimálaráðið John Petersen FF 11. juni 1996 15. mai 1998
Almanna-, heilsu-, arbeiðs-, tryggingar- og løgmálaráðið Óli Jacobsen VMF mars 1998 15. mai 1998
Kristian Magnussen VMF oktober 1996 mars 1998
Axel H. Nolsøe VMF 11. juni 1996 oktober 1996
Samskiftis-, menta- og alivinnumálaráðið Sámal Petur í Grund SF 11. juni 1996 1. desember 1997

Keldur rætta