Stóra Dímun
Landafrøði

Vídd 2,65 km²
Vatn 0,1 %

Umsiting
Land  Føroyar
Íbúgvalæra
Fólkatal 10 (2018)
Íbúgvatættleiki 1,5 /km²

Stóra Dímun og Lítla Dímun eru millum minstu oyggjar í Føroyum og liggja millum Suðuroy sunnanfyri og Skúvoy og Sandoy norðanfyri. Stóra Dímun, vanliga rópt Dímun, er 2,65 km² stór og 395 m høg. Hon hevur verið hildin at vera ein góð oyggj, tí hagin er sum bøur, og fuglurin, serliga lundi og ryta, er óføra nógvur. Áseyðatalið er um 400. Stóra Dímun er eitt sjálsamt stað at búsita í ár 2011. Tað at liva á einari so fjarskotnari oyggj við steyrrøttum bergið snipst í havið, við einum grønum kolli omaná, er bert fáum beskorið. Umhvørvið er ikki bert sjálsamt og serstakt men vakurt og avbjóðandi í sama andadrátti. Fuglalívið er fjølbroytt og nógv er av bjargafugli.

Almenna samferðslan til Dímun er einans við tyrluni hjá Atlantsflog. Ferðasamband er 3 ferðir um vikuna, mikudag, fríggjadag og sunnudag. Bert mikudag ber til at koma til og frá Dímun sama dag. Uttanfyri hesar tíðir kann ikki komast til og av oynni. Av tí at oyggin er illa atkomulig frá sjónum er lítið og onki sjóvegis samband. Tyrludeildin er altíð lagalig at heita á, um okkurt serligt er.

Navnauppruni rætta

Málfrøðingar siga, at navnið Dímun hevur keltiskan uppruna. Fyrra stavilsi - ella di - týðir tvey, tvær ella tveir, meðan seinra stavilsi - mun - er ein leivd av keltiska orðinum muinn, ið týðir nakki, ryggur ella hædd. Tvs. at Dímun týðir tveir nakkar, tveir ryggir ella tvær hæddir, og var upprunaliga samheitið fyri báðar oyggjarnar, Stóru- og Lítlu Dímum. Hetta gæliska nevnið ið er vanligt í Írlandi gongur eisini aftur í Íslandi og Hetlandi.

 
Frímerki frá 2004.

Søga rætta

 
Gaðurin í Dímun.

Hóast oyggin er ring at koma til, hevur fólk búð har líka frá landnámstíð. Hon er nógv umrødd í Føroyingasøgu, sum viðger tíðina í Føroyum í 10. og 11. øld. Tá búðu brøðurnir Brestir og Beinir í Skúvoy, og teir høvdu eisini búgv í Dímun. Ófriðarligar tíðir vóru og menn samdust illa. Brestir og Beinir vórðu dripnir, og tá tók Havgrímur úr Suðuroy ræði í Dímun. Sonur hansara, Øssur Havgrímsson bygdi virki í oynni, men hann var dripin av Sigmundi Brestissyni.

Í miðøld varð oyggin kongsjørð og hevur síðani verið ein bóndagarður. Fyrr var skuldi nógv fólk til garðin, og fólkatalið lá um 20-25. Garðurin hevði eisini kirkju frá gamlari tíð, men hon var tikin niður í 1922. Veggirnir standa tó uppi enn. Tað vandamiklasta arbeiðið var fuglaveiðan, og vanlukkur hava verið mangar, serliga í 19. øld og fyrst í 20. øld, tá fullu 17 menn. Teirra millum var sóknarpresturin, sum fall í Kleivini í 1874, tá ið hann var á veg av aftur oynni.

Uppskrivað er at ein (helst seinasti) gorfuglur varð fingin í Stóru Dímun 1. juli 1808.

Vinnuvegir rætta

Dímun er eitt festi, sum er fulltíðarstarv hjá festaranum. Seyðahald er høvuðsgrundarlagið afturat einum ískoyti frá fuglaveiðu. Onkur parttíðarstørv eru á oynni, m.a. at passa elverkið hjá SEV og at avgreiða tyrluna. Nógv virksemi er í Dímun. Tað verður bygt eitt framleiðsluhús, ið umfram at skula hagreiða kjøt og fugl, eisini rúmar einum garvaríði. Skinnini verða seld á meginøkinum. Av tí at Stóra Dímun bert er eitt festi og tær náttúruskaptu fortreytirnar avmarka vinnumøguleikarnar, kann oyggin bert uppihalda einari familju. Men søgu- og mentanarliga sæð er tað av stórum týdningi, at oyggin framhaldandi verður búsett, og tí er tað umráðandi at skapa tær neyðugu fortreytirnar fyri hesari búseting. Í Dímun eru tey farin undir at útvega orku við hitapumpu, ið er ein luft til vatn skipan. Hetta er eitt royndartiltak, ið hevur til endamál at spara olju, ið er sera trupul og dýr at fáa til oynna.

Fólk úr Dímun rætta

Ávísingar úteftir rætta

Keldur rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið