Sosialistisk Ung (stytting SU) er ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum. Ungmannafelagið varð stovnað í 1965 og æt tá Sosialistiskt Ungmannafelag. Í 2009 varð SU endurstovnað, og navnið varð broytt til Sosialistiskur Ungdómur, og í 2010 varð navnið broytt til núverandi navnið Sosialistisk Ung.

Sosialistisk Ung
Forfólk Paul Kjartan Matras
Stovnað 1965
Móðurflokkur Javnaðarflokkurin
Høvuðsskrivstova Niels Finsensgøta 14, Tórshavn
Heimasíða
http://sosialistiskung.net/

SU er grundað á somu grundvirðir sum Javnaðarflokkurin, men er tó óheft av flokkinum. Hetta sæst m.a. við, at Sosialistisk Ung hava tikið støðu til summi etisk mál, ið Javnaðarflokkurin ikki hevur við í síni stevnuskrá, eitt nú innan LGBT rættindi[1].

Forfólk rætta

  • 2009-2011 Bergur A. Dalsgarð
  • 2011-2012 Sunneva Mohr
  • 2012-2014 John av Reyni
  • 2014-2015 Oda Kjartansdóttir Strøm
  • 2015-2017 Barbara Gaardlykke Apol
  • 2017-2018 Karin Reginsdóttir Joensen
  • 2018-2020 Rói Dam Dalsgarð
  • 2020-2022 Herborg Heidiardóttir Gaardlykke
  • 2022-Nú Paul Kjartan Matras

Systurfeløgini hjá SU í hinum Norðurlondunum rætta

  • Danmark: Danmarks Socialdemokratiske Ungdom (DSU)
  • Finnland: Sosialdemokraattiset Nuoret (SNK)
  • Grønland: Siumut Youth
  • Ísland: Ungir Jafnaðarmenn
  • Noreg: Arbeiterpartiets Ungdomsfylking (AUF)
  • Svøríki: Sveriges Socialdemokratiska Ungdomsförbund (SSU)

SU er limafelag í International Union of Socialist Youth (IUSY), ið er altjóða felag fyri sosialdemokratisk ungmannafeløg.

Nevndirnar rætta

Í árliga aðalfundin hjá SU, 10. septembur 2016, vórðu lokalfeløgini SU Suður, SU Mið og SU Norð formelt sett á stovn. Eisini var avgjørt, at upprunaliga nevndin í SU skuldi gerast landsnevnd og aðalfundurin broytast til landsfund.

Landsnevndin, 2022/23:

Landsnevndin er mannað sum fimm manna nevnd við forfólki, næstforfólki, skrivara, kassameistara og einum eykalimi.[2] Eisini eru tveir tiltakslimir og eitt umboð úr hvørjum lokalfelagi.

  • Paul Kjartan Matras, forfólk
  • Marianna S. Hansen, næstforfólk
  • Pól Jóhannus T. Larsen, skrivari
  • Jákup J. Eskildsen, kassameistari
  • Erla Marr, nevndarlimur
  • Rói Dam Dalsgarð, altjóða skrivari
  • Torgerð F. Suðuroy, umboð fyri SU Suður

SU Mið

  • Eyðrið á Fløghamri, forkvinna
  • Jóna Í Homrum, næstforkvinna
  • Silja Av Reyni Wennerstrøm, skrivari
  • Dánjal Hátún Augustinussen, kassameistari
  • Elin Sólvør Á Løgmansbø, nevndarlimur

SU Norð

  • Marianna Hansen, forkvinna
  • Katrina Rógvadóttir, næstforkvinna
  • Birita Matras Petersen, skrivari
  • Paul Kjartan Matras, kassameistari
  • Jógvan Kallsgarð, tiltakslimur
  • Henný Rógvadóttir. tiltakslimur
  • Ronja Bárðardóttir Tórgarð, tiltakslimur

SU Suður

Nevndin í SU Suður hevur enn ikki skipað seg, men Manne Næs Mortansson er formaður í Nevndini.

Útisetanevndin

SU er einasta føroyska ungmannafelagið, ið hevur eina útisetanevnd.[2] Nevndin hittist til fund umleið fjúrtanda hvønn dag.

Slóðir rætta

Kelduávísingar rætta

  1. http://sosialistiskung.net/Okkara%20politikkur.html[deyð leinkja]
  2. 2.0 2.1 http://sosialistiskung.net/Um%20SU/Nevndin.html[deyð leinkja]