Sjavsur (úr týskum Schafskopf og merkir seyðarhøvd) er eitt kortspæl til tveir, tríggjar ella fýra spælarar, men fýra er mest vanligt. Spælarirnir eru býttir í tveir partar. Í fýramanssjavsi sita tey, sum eru í parti, yvirav hvørjum øðrum. Í trímanssjavsi er tann, ið hevur meldið, einsamallur ímóti hinum báðum.

Hægsti trumfur í sjavsi.

Í sjavsi er endamálið fyrst at koma úr 24 stigum niður á 0 og harvið fáa krossin, tí ein krossur verður skrivaður, tá ið ein vinnur. Sagt verður eisini skulu vit taka ein kross?, tá ið ein ætlar at spæla sjavs. Fyri hvønn kross skulu oftast fleiri spøl til, sum hvørt gevur ávíst tal av stigum, heilt úr 2 upp í 24.

Spælið rætta

Í sjavsi verða 32 kort nýtt, kortini 2-6 eru ikki við. Kortini verða so býtt út ímillum spælararnar, so hinir spælararnir ikki síggja, hvat hvør fær. Í fýramanssjavsi fær hvør spælari 8 kort. Vanliga byrjar tann, sum skrivar, at geva. Gevarin blandar væl og plagar at leggja bunkan framman fyri spælaran høgrumegin. Hesin antin bankar ella tekur av. Bankar spælarin, verða øll 8 kortini til hvønn spælara givin í senn, tekur hann av, verða 4 kort givin í senn.

Er skeivt givið, og kortini eru upptikin, skal gevast av nýggjum.

Meld rætta

Tá ið gevarin hevur givið, er ein runda, har spælarar melda. Tann vinstrumegin gevaran meldar fyrst o.s.fr. Her ræður um at finna, hvør skal fáa meldið, og hvat skal vera trumfur. Ein skal hava í minsta lagi 5 trumfir á hondini fyri at sleppa at melda, annars skal ein siga pass. Eisini skal ein passa, kann ein ikki melda meira enn undanfarnu spælarar.

Tá ið meldað verður, skal ein altíð melda besta meldið á hondini. Besta meldið er tað við flest trumfum, ella eru eins nógvir trumfir, so er meld í kleyvara betri enn eitt meld í hinum litunum, sum verður rópt eitt meld í simplum.

Tá ið ein meldar, skal ein bara siga talið á trumfum, ikki kulørin. Tó skal ein siga betur t.d. fimm betur, um ein meldar í kleyvara, og um undanfarin spælari hevur meldað við eins nógvum trumfum, sum ein sjálvur hevur. Og tá ið liðugt er at melda, boðar tann, ið hevur besta meldið, frá, hvørjum kuløri, meldað er í.

Meld Frágreiðing
Einki Hevur eingin spælari í minsta lagi 5 trumfir, t.e. at øll passa, verður spælt við kleyvara sum trumfi, og eingin eigur meldið
5 í , , ♠ Eitt meld í rútara, hjartara ella spaðara er minsta meld í trumfi, og eru tey eins góð
5 í ♣ Fimm betur
6 í , , ♠
6 í ♣
7 í , , ♠
7 í ♣
8 í , , ♠ At kunna melda 8 er sjáldsamt
8 í ♣ Er besta meld

Trumfir og fúsir rætta

Tað eru 6 kort, sum altíð eru trumfir, tey eru í hesi styrkisrøð: Kleyvardama, spaðardama, kleyvardrongur, spaðardrongur, hjartardrongur og rútardrongur. Saman við hesum kortum skal ein, tá ein meldar, finna tann litin, sum ein hevur flest kort í. Hinir litirnir verða fúsir.

Eygur rætta

Í sjálvum spælinum ræður nú um at fáa fleiri eygur enn mótparturin, og helst so nógv eygur sum til ber. Tað verður gjørt við at vinna stikk, sum telja mest, tí ymsu kortini telja ymiskt. Tó er eingin munur á trumfi og fúsi.

Kort Eygur
Ess 11
10-ir 10
Kongur 4
Dama 3
Drongur 2
9-ir, 8-ir 7-ir 0

Hetta gevur 120 eygur tilsaman. So tann, ið fær fleiri enn 60 eygur, hevur vunnið. Tað kann eisini enda javnt ella stanton, tá eru 60 eygur í part. Hevur ein partur ikki minst 31 eygur, er hann ikki javnfríur, tá fær vinnari í fleiri førum fleiri stig enn, um taparin var javnfríur. Fær ein partur øll stikkini, so volar hann.

Útspæl rætta

Tá ið liðugt er at melda, skal hin sami, sum byrjaði at melda, spæla út. Og tann, sum vinnur stikkið, eigur so at spæla út aftur.

Tá spælari hevur spælt út, skulu hinir spælararnir bekenna kulør, um tað ber til. Verður trumfur spældur út, skal ein bekenna við trumfi. Verður fúsur spældur út, skal ein bekenna við tí liti, sum verður útspældur. Ber ikki til at bekenna, kann ein spæla okkurt út.

Verður fúsur spældur út, kann annar spælari stinga við at spæla trumf út, um hann ikki kann bekenna. Er stikk stungið, kann ein av næstu spælarunum ikki spæla ein lægri trumf út (stinga undir) enn tann, sum hevur stungið. Tað verður eisini rópt at stinga í skadni. Undantakið er, um spælarin einki annað hevur at spæla út.

Vinna stikk rætta

Tann, ið eigur hægsta kortið av teimum fýra útspældu, eigur stikkið. Fyri hvønn part er ein, sum savnar stikkini inn.

Hægsta kort í fúsi er ess og niður, t.d.: E♥, K♥, D♥, 10♥, 9♥, 8♥, 7♥ ella E♠, K♠, 10♠, 9♠, 8♠, 7♠

Men í trumfi eru hesi kortini hægri í hesi røð: D♣, D♠, J♣ J♠ J♥, J♦, og trumfur er altíð hægri enn fúsur.

Tann, sum hevur hægsta trumf í einum stikki, eigur tað.

Tað er loyvt at síggja seinasta stikk, so leingi næsta stikk ikki er tikið inn.

Stig rætta

Tá ið eitt spæl er liðugt, fær tann parturin, sum hevur vunnið, stig.

Stigini verða givin soleiðis:

Meld Vinnari Stig til meldarapart Stig til mótpart
Simpult meld Meldaraparturin vinnur og mótpartur er javnfríur 2
Simpult meld Meldaraparturin vinnur og mótpartur ikki javnfríur 4
Simpult meld Mótpartur vinnur 4
Simpult meld Meldaraparturin volar 12
Simpult meld Meldaraparturin volar og ein spælari fær øll stikkini 16
Kleyvarameld Meldaraparturin vinnur og mótpartur er javnfríur 4
Kleyvarameld Meldaraparturin vinnur og mótpartur ikki javnfríur 8
Kleyvarameld Mótpartur vinnur 8
Kleyvarameld Meldaraparturin volar 16
Kleyvarameld Meldaraparturin volar og ein spælari fær øll stikkini 24
Eingin meldar Vinnarin fær altíð 4 (4) (4)
Altíð Stanton, t.e. at báðir partar fáa 60 eygur. Vinnarin av næsta spæli fær 2 ella 4 stig afturat alt eftir, um tað meldið er í simplum ella kleyvari (2-4) (2-4)

Dystarstigini verða skrivað í tveir teigar vanliga merktir sum Vit og Tit.

Trímanssjavsur rætta

Reglurnar eru tær somu sum í fýramanssjavsi, men her fær hvør spælari 10 kort í part. Tey bæði kortini, sum leypa av, verða løgd á borðið, so eingin sær, hvørji tey eru.

Tann sum eigur meldið, er einsamallur ímóti hinum báðum, sum eru í parti.

Áðrenn fyrsta kort verður spælt út, kann meldarin skifta eitt ella bæði tvey kortini á borðinum um við eitt ella tvey kort í hondini. Meldarin sleppur ikki at síggja kortini á borðinum, áðrenn hann býtur um. Bæði kortini, sum nú eru á borðinum, telja við í eygunum hjá meldaranum.

Dystarstigini verða skrivað í tríggjar teigar, ein fyri hvønn spælara, tí at hvør er í parti, kann skifta fyri hvørt spæl. Um meldarin ikki vinnur, so fáa hinir báðir spælararnir tey stigini, sum reglurnar siga omanfyri.

Tveymanssjavsur rætta

Reglurnar eru tær somu sum í fýramanssjavsi, men her fær hvør spælari 16 kort í part. Tó fær spælarin bara 8 kort í hondina, hini 8 kortini verða løgd á borðið framman fyri hvønn spælara, har 4 kort verða løgd við síðuna av hvørjum øðrum við baksíðuni upp. Omaná hvørt av hesum kortum verður eitt kort lagt við myndini upp.

Nú sær hvør spælari síni 8 kort í hondini, síni egnu 4 kort á borðinum, og tey 4 kortini hjá mótpartinum á borðinum. Út frá teimum 12 egnu kortunum hjá spælarunum kunnu teir nú melda sum vanligt.

Tá ið spælt verður, kann spælarin alla tíðina velja at spæla eitt kort úr hondini ella eitt av borðinum. Spælir hann eitt kort av borðinum, og eitt kort liggur undir við bakinum upp, skal hetta korta vendast við, so tað er sjónigt hjá báðum pørtum. Kortið skal tó ikki vendast, fyrr enn mótparturin hevur spælt sítt kort út í stikkið.