Silvio Berlusconi (føddur 29. september 1936 í Milano, deyður 12. juni 2023 sama stað) var italskur ríkmaður og politikari, sum tríggjar ferðir hevur verið forsætisráðharri í Italia.[1][2]

Silvio Berlusconi í 2018.

Berlusconi varð fyrstu ferð valdur til forsætisráðharra í 1994, men sat tá bert í eitt ár. Síðani gjørdist hann aftur forsætisráðharri frá 2001 til 2006. Í 2008 gjørdist hann aftur stjørnarleiðari í Italia. Hann var mest múgvandi persónur í Italia og í 2010 nummar 74 av mest múgvandi persónum í heiminum.[3] Frá 1986 til 2017 átti hann fótbóltsfelagið AC Milan og átti eisini sjónvarpsrásir og tíðindabløð. Hann stovnaði í 90unum sín egna politiska flokk Forza Italia.

Í apríl 2011 kunngjørdi Berlusconi á eini samkomu fyri útlendskum tíðindafólkum, at hann hevði gjørt av at gevast í politikki, tá valskeiðið er av. Hann vísti samstundis aftur, at hann ætlar at gerast forseti í Italia.

Í oktober 2012 varð Berlusconi dømdur fýra ára fongsulsrevsing fyri skattasvik.[4] Hesin dómurin varð tó nakrar fáar tímar seinni broyttur og hann fekk linari revsing. Revsingin bleiv stytt til eitt árs fongsul. Hetta varð gjørt, tí at fongslini í Italia vóru yvirfylt. [5] Revsingin bleiv seinni broytt til húsavarðhald.[6]

Slóðir úteftir rætta

Keldur rætta

  1. Berlusconi træder tilbage, pol.dk 12. november 2011
  2. Silvio Berlusconi er deyður, in.fo, 12. juni 2023
  3. Berlusconi Forbes liste 2010
  4. "Berlusconi dømt til fengsel for skatteunndragelse - Aftenposten". 2013-07-03. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-07-03. http://archive.today/oBkky. 
  5. Berlusconi fekk linari revsing, in.fo, 26.10.2012
  6. "Trotz Schuldspruch: Berlusconi bleibt im Spiel". spiegel.de. 01.08.2013. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-08-02. http://archive.today/9p4NU. 


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið