Signhild Dánjalsdóttir Joensen (fødd 14. november 2000) er ein føroyskur svimjari, sum svimur fyri Ægir og Føroyska svimjilandsliðið. Hon hevur vunnið gull, silvur og bronsu á Oyggjaleikum. Hon hevur fleiri ferðir sett føroysk met.

Signhild Joensen
Persónlig kunning
Tjóðskapur Føroyar
Fødd(ur) 14. november 2000
Ítróttur
Ítróttur Svimjing
Svimjiháttur Rygg, frí
Felag Ægir

Lívsleið innan svimjing rætta

Oyggjaleikir 2017 rætta

  • Gull í 200 m rygg við tíðini 2.12.46, sum var nýtt oyggjaleikamet.[1]
  • Gull í 100 m rygg við tíðini 1:02.55[2]
  • Gull í 4 x 100 metrar frí við tíðini 3.51.66.
  • Bronsu í 100 metrar frí við tíðini 2.03.70
  • Bronsa í 4x50 metrar frí við tíðini 1:47,60. Hinar vóru: Beinta Debes, Vár E. Eidesgaard, Sára R. Nysted.

Danish Open 2017 rætta

Signhild luttók á Danish Open í apríl 2017 saman við øðrum føroyskum svimjarum.

  • Gull í 200 m rygg við tíðini 2:14.01, ið var nýtt føroyskt met og juniormet og vann sær gullnál við stjørnu.

Føroysk met, ið Signhild setti á Danish Open 2017 rætta

  • Signhild Joensen (2000), Ægir 1:03.59 í 100 rygg[3]
    • – Signhild átti sjálv metið á 1:04.25 frá RIG 2017
  • Signhild Joensen (2000), Ægir 1:03.38 í 100 rygg
    • – Signhild átti sjálv metið á 1:03.59 frá innleiðandi riðlunum
  • Signhild Joensen (2000), Ægir 29.98 í 50 rygg
    • – Signhild átti sjálv metið á 30.07 frá Danish Open 2016
  • Signhild Joensen (2000), Ægir 29.59 í 50 rygg
    • – Signhild átti sjálv metið á 29.98 frá innleiðandi riðlunum
  • Signhild Joensen (2000), Ægir 2:15.69 í 200 rygg
    • – Sára R. Nysted (2001) átti metið á 2:18.11 frá RIG 2016
  • Signhild Joensen (2000), Ægir 2:14.01 í 200 rygg
    • – Signhild átti sjálv metið á 2:15.69 frá innleiðandi riðlunum

Juniormet, ið Signhild setti á Danish Open 2017 rætta

  • Signhild Joensen (2000), Ægir 1:03.59 í 100 rygg
    • – Signhild átti sjálv metið á 1:04.25 frá RIG 2017
  • Signhild Joensen (2000), Ægir 1:03.38 í 100 rygg
    • – Signhild átti sjálv metið á 1:03.59 frá innleiðandi riðlunum
  • Signhild Joensen (2000), Ægir 29.98 í 50 rygg
    • – Signhild átti sjálv metið á 30.07 frá Danish Open 2016
  • Signhild Joensen (2000), Ægir 29.59 í 50 rygg
    • – Signhild átti sjálv metið á 29.98 frá innleiðandi riðlunum
  • Signhild Joensen (2000), Ægir 2:15.69 í 200 rygg
  • Signhild Joensen (2000), Ægir 2:14.01 í 200 rygg
    • – Signhild átti sjálv metið á 2:15.69 frá innleiðandi riðlunum

Danish Open 2016 rætta

Signhild luttók á Danish Open í apríl 2016 saman við fleiri øðrum føroyskum svimjarum. Tey fingu sera góð úrslit og settu fleiri nýggj føroysk met. Signhild setti nýtt føroyskt senior- og juniormet í 50 metrum rygg, fyrst juniormet i innleiðandi við tíðini 30.50, og síðan betraði hon um juniormetið og setti seniormet í finaluni við tíðini 30.07.[4] Hon gjørdist tó ov stutt til heiðursmerki men gjørdist nummar fýra. Í 100 m rygg varð hon kolldømd í finaluni, av tí at hon kavaði heilt undir, beint áðrenn hon kom á mál. Hon setti nýtt føroyskt met (junior og senior) í innleiðandi riðlunum í 100 rygg við tíðini 1:04.54. Tíðin rakk eisini til eina gullnál.[5]

  • Nr. 4 í 50 m rygg við tíðini 30.07, ið var nýtt føroyskt met (senior og juniormet)

Reykjavík International Games 2016 rætta

  • Bronsu í 50 rygg við tíðini 30.71
  • Bronsu í 100 m rygg við tíðini 1:05.60, ið var nýtt føroyskt met. Nr. 1 og 2 gjørdust OL-luttakararnir Mie Ø. Nielsen og Eygló Ósk Gústafsdóttir.[6]
  • Bronsu í 200 m rygg við tíðini 2:24.17

Oyggjaleikir 2015 rætta

SMS stevna 2014 rætta

  • Gull í 200 rygg við tíðini 2:19.80[11], tað var nýtt føroyskt juniormet, og Signhild svam seg eisini til eina silvurnál við stjørnu.[12]

Keldur rætta

  1. kvf.fo - Signhild gull og OYL-met
  2. in.fo - Signhild vann gull í 100 metrar rygg[deyð leinkja]
  3. "Met og heiðursmerki á Danish Open 2017". Svimjisamband Føroya. 4. apríl 2017. http://www.ssf.fo/2017/04/04/met-og-heidursmerki-a-danish-open-2017/. Heintað 6. apríl 2017. 
  4. svimjing.com - Heiðursmerkir, met og OL-billett, 4. kvøld á Danish Open 2016
  5. svimjing.com - Signhild gullnál og føroyskt met, og í finalu á Danish Open 2016
  6. svimjing.com - Signhild 1:05.60 og føroyskt met í 100 rygg
  7. jersey2015results.com - Women's 4 x 50m Medley Relay
  8. jersey2015results.com
  9. svimjing.com - Fjórðu finalur á Jersey 2015
  10. jersey2015results.com - Women's 200m Backstroke
  11. livetiming.dk
  12. nordportal.net, skrivað 3. november 2014.