Sequoyah (cherokesiskt: ᏍᏏᏉᏯ) (1767–1843), víðagitin, seinni heimsgitin, cherokesari, var ein av upprunaligu amerikanarunum úr ættini Cherokee (fólk), ið tala eitt mál av teirri irokesisku málættini. Hann uppfann eitt skriftmál, sum cherokesarafólkið brúkar tann dag í dag. Navn Sequoyahs er knýtt at botaniskum nøvnum á nøkrum av heimsins undurfullastu trøum: vatngrann (metasequoia), reyðtræ (sequoia) og mammuttræ (sequoiadendron). Hann varð føddur onkuntíð millum 1760 og 1776 nærindis núverandi Cherokee Village, beint við Fort Loudoun í Tennessee. Móðir hansara, Wu-teh, ið var systir høvdingarnar Doublehead og Old Tassel, var av tí málaða fólkinum, og pápi hansara, Nathanial Gist (eisini stavað Guest ella Guess), var eingilskur skinn-handilsmaður. Sequoyah varð uppvandur eftir vanligum cherokesarasiði og var veiðumaður og skinnhandilsmaður.

Málningur eftir Henry Inman.

Faðirin gav honum navnið George Gist, men av einum tvørrandi førleika fekk hann navnið Sikwa'y ella Sequoyah. Hildið verður, at navnið stavar frá cherokesiska orðinum "siqua", ið merkir "svín". Av tí at hann var ólekjandi vanførur, menti hann evnir sum smiður og smíðaði jarnlutir og silvurprýði. Hann gifti seg við eini cherokesarakvinnu, sum hann fekk børn við. Tey fluttu til Cherokee County í núverandi Georgia. Seinni fór hann í kríggj móti Bretlandi í parti við Andrew Jackson generali í 1812. Sequoyah lærdi ongantíð at skriva ella lesa eingilskt, men meðan hann búði í Georgia, varð hann hugtikin av møguleikanum hjá europearum at samskifta við teknum á pappíri, soleiðis at teir lósu úr "talandi bløðum." Hann fór undir at menna eina skriftskipan fyri cherokesarar í 1809. Í krígnum varð hann upp aftur meiri sannførdur um, at hann var á rættari leið, tí at hann fekk ikki sum hinir hermenninir skrivað heim og heldur ikki lisið tey hernaðarligu boðini.

Eftir kríggið fór Sequoyah av álvara at skapa symbol, ið kundu skapa orð, og hann brúkti tey, tá ið hann spældi við dóttur sína, Ayoka. Í sínum áhuga fyri at skapa eitt skriftmál varð hann avbyrgdur og royndi at standa seg móti háðan og spotti frá kenningum og skyldfólki, sum hildu, at hann varð vorðin svakur ella var farin at ganda. Sequoyah flutti vestur til Arkansas, har hann helt á við arbeiðinum. Eftir at hava roynt at skapa tekn fyri hvørt einasta orð, avráddi Sequoyah at býta orðini sundur í stavilsir og at gera tekn fyri hvørt stavilsi. Við støði í tí latínska stavraðnum og kanska eisini tí kyrilliska skapti hann seks og fýrs tekn, ið umboðaðu øll stavilsir, og eftir tólv ára sleip, háðan og spott hevði hann gjørt tað margfalda cherokee-málið til eitt skriftmál. Í 1821 samtykti cherokesara-fólkið at brúka hansara stavrað eftir eina sýning, ið gjørdi ættleiðararnar bilsnar. Nøkur ár seinni høvdu túsundtals cherokesarar lært seg at skriva og lesa sítt egna mál.

Í 1824 heiðraði tjóðarráðið í høvuðsstaðnum New Echota hann við einum silvurmerki, sum hann bar alt lívið. Seinni góvu tey honum eisini eina árliga veiting upp á trý hundrað dollarar, sum einkjan eftir hann áhaldandi fekk, eftir at hann var deyður. Í 1825 vóru bæði Bíblian og nógvir religiøsir smárit, sangir, bøkur, lógartekstir og útbúgvingartilfar av øllum slagi týdd til cherokesiskt, og í 1827 legði tjóðarráðið hjá cherokesarum pening av til at geva út ta fyrstu avísina fyri upprunafólk í USA. Í 1828 fór Sequoyah til Washington DC sum partur av eini sendinevnd at gera ein sáttmála um land í Oklahoma. Ferð hansara setti hann í samband við umboð fyri aðrar ættbólkar av upprunaamerikanarum úr øðrum pørtum av USA. Við hesum fundum í huga gjørdi hann av at víðka stavraðið til at fevna um eitt algongt skriftmál fyri allar upprunaamerikanskar ættbólkar. Hann droymdi um at síggja ta syndraðu cherokesatjóðina savnaða aftur, og tað var á eini slíkari ferð til Meksiko, har hann vitjaði cherokesarar, ið vóru burturvístir hagar, at hann doyði í 1843.

Sí eisini rætta