Sarasenar ella sarakenar, var upprunaliga heitið sum rómverjar nýttu um íbúgvarnar ið líktust frá arabarunum, og sum búðu í oyðimørkunum nær við rómverska landslutin Sýria. Seinni, serliga undir krossferðunum, bleiv heitið brúkr um muslimar sum heild. Tá hevði heitið fingið ein neiligan klang í tí kristna Europa.

Sarasensk hergonga, myndprýðing frá 1890.

Uppruni (Etýmologi) rætta

Saraseni kemur frá grikskum sarakēnoí, Σαρακηνός, ið ætlandi kemur frá arabiskum شرقيين (sharqiyyin), ið merkir eysturlendingur. Upprunin til arabiska orðið er tó ivasamt. Ein tann fyrsta keldan til orðið, er verkið eftir Ptolemæus Geografike hyfegesis frá 100-talinum e.Kr. Hann umtalar fólkaslagið Sarakenoi, ið búði í útnyrðingspartinum av arabisku hálvoynni, og sum hann skilir burturúr arabarunum. Orðið kann vera komið til vesturevropa gjøgnum eysturrómverska ríkið og krossfararnar[1]. Hann nevnir haraftrat "Sarakene" sum eitt øki í norður Sinai, ið er navngivið eftir býnum "Saraka" á somu hálvoyggj.

Eftir at islam tók yvir í Miðeystri, og serliga í krossfararatíðini og miðøldini, varð orðið nýtt sum alment heiti fyri muslimar, óansæð um talan var um arabar ella ikki. Serliga varð heitið nýtt um muslimar á Sicilia og í suður Italia.

Keldur rætta

  1. "Saracen." Encyclopædia Britannica. 2007 Archived 2007-12-18 at the Wayback Machine. Britannica Concise Encyclopedia. 23 Sept. 2007.