Sachsen-Anhalt (týskt: Land Sachsen-Anhalt, lágtýskt: Sassen-Anholt, stytt: ST; enskt: Saxony-Anhalt) er eitt stakríki í Samveldislýðveldinum Týsklandi.

Sachsen-Anhalt
Flagg Skjøldur
Grunddáta
Land: Týskland Týskland
Alment mál: týskt, lágtýskt (í norðara parti)
Høvuðsstaður: Magdeburg
Størsti býur: Halle
Stovnað: 21. juli 1947 (3. Oktober 1990)
Forsætisráðharri: Reiner Haseloff (CDU)
Vídd: 20.451,58 km²
Íbúgvar (2018): 2.208.321[1]
fyri km²:
Tíðarzona: UTC +1/+2
Heimasíða: www.sachsen-anhalt.de
Kort yvir Sachsen-Anhalt

Stakríkið liggur í vestara parti av fyrrverandi Eysturtýsklandi. Lutstaturin er meiri enn 20,4 túsund km² til víddar og hevði við árslok 2018 fleiri enn 2,2 mió íbúgvar.[2][3] Harvið er lutstaturin tann 8. størsti í Týsklandi eftir vídd og tann 11. størsti eftir fólkatali.

Høvuðsstaður í Sachsen-Anhalt er Magdeburg og størsti býur er Halle. Aðrir stórir býir eru Dessau-Roßlau, Wittenberg, Weißenfels, Halberstadt, Stendal, Bitterfeld-Wolfen, Merseburg, Bernburg, Wernigerode og Naumburg.

Býir við søguligum bygningum ella sum hava nakran týdning í søguligum høpi, eru Quedlinburg, Eisleben og Köthen.

Elbá er týdningarmesta áin í Sachsen-Anhalt.

Myndir rætta

Sí eisini rætta

Ávísingar úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 51°58′16″N 11°28′12″E / 51.97111°N 11.47000°E / 51.97111; 11.47000

Keldur rætta

  1. Bevölkerung Archived 2020-07-16 at the Wayback Machine, statistik.sachsen-anhalt.de
  2. Einwohnerzahl der Bundesländer in Deutschland 2018, de.statista.com
  3. Themen / Statistiken, regionalstatistik.de